Í sambandi við at fólk kring landið órógvast av larmandi skjóttkoyrandi prutlum, so var løgreglan á Sandi í gjár og kannaði prutl. Har var eitt prutl tikið, sum varð mált til at koyra 85 km um tíman. Og tá var talan um eitt lítið prutl, sum ikki skal kunna koyra meira enn 30 km um tíman.
Hetta prutlið hevði ikki nummarplátu, tí viðkomandi hevði avmonterað hana fyri ikki at vera 'avdúkaður'. Prutlið hevði einki ljós, og førarin hevði ongan hjálm. Ein sera vandamikil samanseting. Og vakthavandi heldur, at hetta kanska kann vera ein áheitan á foreldur kring landið, tí hetta er bara eitt av mongum vandamiklum ólógligum prutlum.
Hesin fær bót, eins og eigarin av prutlinum fær bót. Nummarplátan verður inndrigin, og prutlið tikið úr skráseting. Fyri at skáseta prutlið aftur, skal tað sýnast á Akstovuni, og tá skal alt vera í ordan soleiðis, at prutlið bara kann koyra 30 km um tíman.
##med2##
Fyrr var tað soleiðis, at løgreglan tók tey ólógligu prutlini og fekk onkran serkønan at taka ólógligu lutirnar av prutlinum. Men hetta er broytt. Nú hevur løgreglan eitt rullubrettið í bilinum, sum kann máta, hvussu skjótt eitt prutl kann koyra. Er tað so ólógligt, so verður nummarplátan tikin, og so skal eigarin sjálvur syrgja fyri, at tað verður gjørt í lógligt aftur, áðrenn tað kann sýnast á Akstovuna og fáa nummarplátu aftur.












