Í bólki B í EHF European League vunnu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel stórsigur 37-27 á Bern í Wonderino høllini í Kiel. Í steðginum var Kiel á odda 19-14.
Elias var við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá heimaliðnum, umframt at leggja upp til mál hjá viðleikarunum.
Kiel hevur fult stigatal, átta stig fyri fýra dystir.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Í samandráttinum síggjast góð mál og góð upplegg til mál hjá Eliasi:
##med2##











