máta var tað gott hjá okkum, at vit vóru á venjingarleguni í Danmark. Fyrimunur við tøttum dystum Júst hetta at umstilla seg kann jú vera ein stórur vansi, og tí kann kanska hugsast, at tað er ein fyrimununur [...] skaðin, sum forðar honum at spæla komandi vikuskiftini. - Tað sum hendi, var at eg datt niður á økslinga. Verjuspælarin legði fót fyri mær, tá eg breyt ígjøgnum, og tá eg datt niður, kom eg somikið keðiligt [...] armurin fullkomuliga sovnaði. Longu nú er alt um at vera í rættlag aftur, so tað verður so ikki hetta, sum forðar mær í at spæla móti Sveis og Litava. Skulu skora meira Um føroyska spælið í teimum báðum dystunum
at tað var minst líka so skjótt fyri meg at koma við sær, tí hann hevði so góðan bil, ein jaguar, og tað var bert ein annar sum yvirhálaði okkum. Men grundin til at hann vildi hava meg við var, at hann [...] men har var veðrið jú ikki sum her. Eg kom at kenna ein hetlending, og hann segði mær, at hann var nevndarlimur og stovnari av fyrsta og einasta golfklubbanum í Hetlandi. Hann vísti mær vøllin, [...] vísti seg, at sjaførurin var ein íverksetari. Úr fátækum korum hevði hann bygt upp eitt stórt virki, og nú kundi hann møtast við sínum javnlíkum á ovastu rók, og tað var tí hann var farin at spæla golf
dagrøkt var heilt galið, greiðir Sunnvá Tausen frá. Hildu hann vera mammutan Sunnvá royndi at byrja so varðisliga sum møguligt í dagrøktini, tá Benjamin var 13 mánaðir. Hon var ein hálvan til ein tíma við [...] mánakvøld, og tá var hon á lívi. Læknarnir søgdu, at um eg var komin tvær vikur longri, høvdu teir givið mær keisarasnitt, og hon hevði livað. Men í 26. viku vildu teir einki gera. Mikudag var dóttirin deyð [...] enn ein mjólkapakki, tá hann kom til verðina fyri 21 mánaðum síðani. Ein lítil dukka, sum ikki passaði klæðini til vanligar nýføðingar. Í dag er sólstrálan hjá Sunnvá Tausen og Dagfinni Olsen ein fittur
Týsdagin var týski trolarin, Susanne, í Saltangará við fullari last. Teir løgdu veiðina, sum vá 260.000 pund, upp til Fiskavirking. Væntandi landar ein annar týskur trolari, J. Von Køln, í Saltangará hósdagin [...] hósdagin. Men hetta var ikki heilt vist, tá ið vit frættu týsmorgunin. Góður upsi Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at Susanne fiskaði í ES-sjógvi, norðanfyri Hetland, og teir høvdu hampiliga góðan [...] so óvanliga smáur, hóast hetta er gýtingartíð, og tann stóri fiskurin skuldi staðið tættur. - Eini 60% av veiðini, sum kemur uppá land, er upsi 4, sum vigar undir 1,5 kg. Hetta er næstan tann reini seiður
serliga væl. Talan var jú um nakað heilt serligt fyri okkara viðkomandi, so í sjálvum sær var hetta ein risa uppliving. Tað sum eg minnist best um dystin, er at Michael Laudrup var okkum ein sonn marra. Undan [...] ongantíð í at siga teimum, at eg var farin at venja við besta liðnum hjá OB. Tann mánadagin eftir fyrsta dystin hjá mær fyri felagið, var støðan knappliga vend á høvdinum. Nú var eg brádliga miðdepilin fyri [...] yvirskotið á bók. Hetta er ein vinningur, sum kann sammetast við eina aðra inntøku. Tí átti hann altíð at verið skattskyldugur. Her eru nakrir tankar, sum kunnu elva til eitt orðaskifti um hetta týðandi mál
plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð. Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki [...] dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala. Júst við hesum dysti í hugaðum [...] spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum. - Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt
verið í Bradford í góð tvey ár, og í summar ætlar hann sær at skifta felag. ? Sáttmálin hjá mær gongur út í summar, og eg ætli at royna at finna annað felag. Premier League er sjálvandi ein dreymur, men eg [...] hann verið í Bradford. Claus Bech Jørgensen hevur altíð havt ein dreym um at gerast yrkisleikari, og tá tað loksins eydnaðist honum, var tað ein heilt fantastisk kensla, greiðir hálvi føroyingurin frá. ? [...] landsliðið var rættiliga langt burturi, hugsaði eg nógv um, eg skuldi gera meg tøkan til føroyska landsliðið. Í fótbólti gongur rættiliga skjótt, og nú tað hevur gingið væl hjá mær, er støðan ein heilt onnur
tónleik áðrenn man fór heim (um man also ikki var til diskotekið aftaná). ?Take a look" var ein av løgnum teir spældu og var nokk tað mær dámdi best. Teir spældu tað friðarligari enn teir plaga í byrjani [...] nógvum futti í, og mær dámdi næstan betur lagið, tá Paradox spældu tað enn Green Day! Síðani spældu teir løg hjá til dømis Black Sabbath og Rage against the Machine. Lagið mær dámdi best var heilt klárt ?Guerilla [...] teir eitt lag sum æt ?Valentines", sum var orduliga funky, hevði eina góða rútmu, ljóðaði ógvuliga væl og við eitt sindur av spunky smakki í eisini, ein sera góð kombinatión! Legði serliga til merkis hvussu
býin. Tað hevði hann langt síðani gjørt mær greitt. Tað var kanska heldur ikki nakað, eg saknaði so nógv, tí eg var ikki ein, sum gekk í býnum, tá eg var ung. Eg var 39 ár, tá eg fyrstu ferð smakkaði eina [...] og geva mær ein frammaná. Hetta gjørdist skjótt gerandiskostur, og tí kendist tað sum ein lætti, hvørja ferð hann fór út, og eg vónaði bara, at hann helt seg burtur, so leingi sum møguligt. So var friður [...] forsyrgja mær sjálvari. Ein onnur avleiðing var, at eg gjørdist tunglynt í eitt longri tíðarskeið, men ongin bjóðaði mær sálarfrøðiliga hjálp av nøkrum slagi. Kanska átti eg at havt vent mær til Kvinnuhúsið
ger teg glaða? Tá tað gongur væl hjá teimum, sum eg eri góð við, og tá ein góður country klassikari er at hoyra í radionum. Annars at hugna mær saman við familju og vinum. Hvat er tað besta við føroyska [...] syngja við countrylegenduni Jim Ed Brown og at merkja atmosferina backstage á The Grand Ole Opry, tá eg var gestir hjá honum. Har møtti eg eitt nú Kenny Rogers, Conny Smith, Josh Turner og Charlie Pride. Hvat [...] framtíðar countrytónleikinum, og her vil eg royna at gera mín part. Hvør er tín fyrimynd? Píka sjey! Hatta var alvorliga torført at svara uppá, tí eg havi so nógvar, men um eg skal velja eina, so er tað helst Loretta