Elskar at syngja fyri glaðum fólki

Hon angrar, at hon ikki fekk sær útbúgving áðrenn børn, hon elskar kensluna at syngja fyri glaðum fólki, og so er hon farin at venja borðtennis. 90 sekund við Evi Tausen

Hvussu er at vera countrysongkvinna?

Tað er eitt ótrúliga stuttligt og spennandi lív, og tað besta er, at mann møtir so nógvum fantastiska fittum og positivum menniskjum. Og kenslan, eg fái av at syngja fyri einum glaðum publikumi, er heilt óbeskrivilig.

Hvat hevur verið størsta upplivingin í tónleikinum?

At møta og syngja við countrylegenduni Jim Ed Brown og at merkja atmosferina backstage á The Grand Ole Opry, tá eg var gestir hjá honum. Har møtti eg eitt nú Kenny Rogers, Conny Smith, Josh Turner og Charlie Pride.

Hvat droymir tú um við tónleikinum?

Eg droymi um at gera míni egnu løg og tekstir. Samtíðis droymi eg um, at old school tónleikurin varðveitir eitt pláss í framtíðar countrytónleikinum, og her vil eg royna at gera mín part.

Hvør er tín fyrimynd?

Píka sjey! Hatta var alvorliga torført at svara uppá, tí eg havi so nógvar, men um eg skal velja eina, so er tað helst Loretta Lynn, ið bleiv kend sum "The First Lady of Country Music.” Hon er 80 ára gomul og still going strong.

Hvussu heldur tú teg í form?

Eg royni at ganga nakrar túrar av og á, men eg má heilt erligt viðganga, at eg eri ikki serliga aktiv fyri tíðina. Eg havi tó fingið eitt nýtt hobby, sum eg ætli mær at gera meira við, og tað er at spæla borðtennis. Teir, sum eru í mínum orkestri, duga rættuliga væl at spæla borðtennis, og tá okur møtast til orkesturvenjing, plaga okur at taka nakrar rundur, men teir smyrja meg altíð av. Eftirsum eg ikki dámi at tapa, eri eg til stuttleika byrja at venja hjá pápabeiggjanum, sum hevur borðtennis borð í kjallarinum. So um nakrar mánaðir er ikki at vera fyri.



Hvat kann gera teg bangna?

At missa míni kæru er sera ræðandi fyri meg.

Hvat angrar tú í tínum lívi?

At eg ikki fekk mær eina útbúgving, áðrenn eg fekk børn. Eftir at eg havi fingið børn, havi eg tikið tey fram um alt annað, og tí havi eg ikki tikið útbúgving. Eg helt, at tað fór at vera lættari, so eg taki hattin av fyri teimum mammum, sum megna at nema sær eina útbúgving.


Hvat ger teg glaða?

Tá tað gongur væl hjá teimum, sum eg eri góð við, og tá ein góður country klassikari er at hoyra í radionum. Annars at hugna mær saman við familju og vinum.


Hvat er tað besta við føroyska summarinum?

Vildi ynskt, at eg kundi sagt veðrið, men tað kann eitt nú vera, tá alt byrjar at grønka og spretta. Eisini dámar mær væl stevnurnar og festivalarnar. Og tað at familja og vinir uttanlands byrja at venda nøsina heim í summarferiu.


Hvar dámar tær at ferðast, tá ið tú fert uttanlands?

Nashville!

Hvat er tín lívrættur?

Hetta kann ljóðað løgið hjá teimum, sum kenna meg og vita, hvussu kræsin eg eri, tá tað kemur til mat. Men eg elski seyðarhøvd! Serliga tunguna.

Hvat lesur tú?

Barnabøkur... í løtuni Herviliga Henry. Eg lesi hvørt kvøld fyri børnunum, tá tey fara í song. Annars lesi eg eisini vikubløðini.

Hvat gert tú um 10 ár?

Torført at svara uppá, so nú droymi eg meg bara fram til, at eg eri fleirmillióningur og havi akkurát vunnið mína triðju Grammy fyri Best Country Artist of the year. Haha, nei tvass! Vónandi livi eg av tónleikinum og havi sett mítt navn fast í countrybransjuni.