Hatta eigur ein at tosa við sín prest um

Í Fimmaranum í ÚF mikukvøldið førdi lurtari úr Klaksvík fram, at prestarnir har prædika kirkjuna tóma. Sóknarpresturin Niels Pauli Danielsen avvísir hesum og heldur annars, at slíkt hoyrir ikki heima í útvarpinum, men at slíkt prátar ein við sín prest um

Í samband við, at nakrir prestar í Føroyum hava noktað donskum bispum at prædika í sínum kirkjum, var kjak í útvarpssendingini Fimmarin mikukvøldið.

Í Klaksvík hava prestarnir noktað donskum bispi at prædika. Í Fimmaranum førdi lurtari úr Klaksvík fram, at har hava prestarnir prædikað kirkjuna tóma.

Hesum vísir sóknarpresturin Niels Pauli Danielsen aftur.

- Í Klaksvík er góð kirkjugongd og fólk møtir væl upp. Í Klaksvík hava vit oftari altargongd, enn nakra aðrastaðni. Tað ber til at telja talið av teimum, ið koma til altars, og hetta hevur verið siður í Klaksvík. Vanligt var her at meta soleiðis, at 1/4 fer til altars og tað koma yvir 100 til altars, tá altargongd er, vísir Niels Pauli Danielsen á.


Ikki minkandi

Niels Pauli Danielsen metir ikki, at talið á teimum, ið vitja kirkjuna, er minkandi.

- Tað haldi eg ikki, tað er. Tað er góð kirkjugongd og altarborðið verður væl vitjað. Tann, ið sigur nakað annað, hann vil hava tað at minka. Men tað er nokk rætt, at tað eru fólk, ið vilja hava tað til tað, at talið er minkandi. Og tey royna at agitera fyri, at tað skal minka, sum lurtarin, ið ringdi inn til Fimmaran, sigur Niels Pauli Danielsen.


Undirskriftirnar

Í Fimmaranum kom eisini fram, at fólk í Klaksvík eru farin at savnað inn undirskriftir, fyri at loyva danska bispinum framat í kirkjuni har.

Niels Pauli sigur til hetta, at í øllum hesum verður gloymt, at tað er kirkjuráðið á staðnum, ið hevur samtykt, at danski bispurin skal ikki innar í kirkjuna at prædika.

- 6 av 8 kirkjuráðslimum hava samtykt at heita á prest, sum í hesum førinum eri eg, um at heita á bisp, at Karsten Nissen ikki kemur at prædika. Eg fylgi bert tilráðingini frá kirkjuráðnum og stuðli henni, sigur Niels Pauli Danielsen, sum samstundis avvísir, at hann hevur heitt á kirkjuráðið, men vísir á, at tað hinvegin er kirkjuráðið, ið hevur heitt á seg.

- Savnar fólk nú undirskriftir, so er tað ímóti kirkjuráðnum, vísir Niels Pauli Danielsen á.


Samkoma í tvíningum

Men er tað ikki keðiligt sum prestur at vita sær, at samkoman er í tvíningum?

- Í einum so stórum býi, sum Klaksvík, har størri parturin hoyrir til kirkjuna, har fært tú ongantíð øll at verða samd. Hjá teimum prestum, ið vildu loyvt donku bispunum at prædika, eru sanniliga heldur ikki øll samd. Har eru eisini fólk, ið eru samd við okkum, heldur enn teimum. So vit kenna tað ikki petti øðrvísi, enn teir munnu kenna tað. Hjá teimum eru eisini meinigheitsráð, ið seta seg ímóti, at teir binda kirkjuna at vera fyri, at donsku bisparnir prædika, sigur Niels Pauli Danielsen.

Hann er heldur ikki nøgdur ella samdur við, at ført hevur verið fram, at Niels Pauli Danielsen og Hans Eiler Hammer hava bert eina kirkju.

-Tað hevur staðið í bløðunum, at Bergur Debes Joensen, Niels Pauli Danielsen og Hans Eiler Hammer hava bert tvær av 60 kirkjum. Tað er jú skeivt. Í okkara prestagjaldi eru 5 kirkjur, umframt Christianskirkjuna. Verða okkara kirkjur lagdar afturat teimum hjá Bergi, so eru 10 kirkjur. Og so verður niðurgjørt, at sjúkrahúspresturin eisini er samdur við okkum. Hann er eisini prestur við Dómkirkjuna og hevur eisini nakrar kirkjur aftanfyri seg. Um hinir prestarnir eiga sínar kirkjur og kunnu binda tær, so eigur sjúkrahúspresturin eisini part av Dómkirkjuni. Í alt vil tað siga, at minst 14 av 60 kirkjum, taka undir við okkum, sigur Niels Pauli Danielsen.

Niels Pauli Danielsn er heldur misnøgdur við, at hann ikki kann svara bispi hampuliga aftur, uttan at hesin fer í bløðini við hesum.

- Hetta er alt ógvuliga óheppið. Og hvør fer í bløðini við hesum? Eg eri ikki farin í bløðini. Eg eri spurdur av bispi og svari, men hann øsir bløðini upp ímóti okkum. Tað er standurin í kirkjuni í løtuni, sigur Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur í Klaksvík.m, og hetta hevur eisini gingið heilt væl. Sjálvur haldi eg at hetta bara hevur riggað heilt væl.


Dómararnir ímóti Toda?

Síðani vit tosaðu við Toda, hevur stjóri felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala.

Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum.

- Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt. Tað hevur tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum.

Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum.

Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er.


Greið mál fyri framtíðina

At enda spurdu vit Toda, hvørjar ætlanir og hvørji mál hann hevur sett sær fyri framtíðina, bæði í felagshøpi og viðvíkjandi føroyska landsliðinum.

- Í FCK er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð.

Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra vónbrotið, tí eg eri hóast alt komin eitt fitt petti av leiðini. Eg eri í dag 28 ár, so hetta skal kanska henda innan fyri tey bæði komandi árini. Spælarar í altjóða fótbólti síggja tó út til at gerast eldri, so eg vóni at hava nøkur góð ár afturat sum yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá.

Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið. Nakað sum eg kanska ikki havi megnað í nóg stóran mun undanfarnu árini.


Halda fast um gongdina

Um lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum heldur Todi, at tað er kanska við eitt sindur blandaðum kenslum, tá tosað verður um hetta.

- Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum.

Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli móti Sveis og Slovenia.

Ert tú sostatt av teirri sannføring, at føroyskur á ein hátt er komin á eitt vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst?

- Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara.

Eisini fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott.

Tað hongur alt saman. Tá fleiri spælarar royna seg uttanlands, er hetta við til at hækka støðið á landsliðnum. Hægri støði gevur øktan áhuga í umheiminum, og hetta ger tað aftur lættari hjá øðrum spælarum at sleppa uttanlands. Talan er um at koma í eina positiva ringrás, og hesa haldi eg eisini vit eru um at koma í við føroyska landsliðnum.