Dronuálop rakt íbúðar­hús nær­hendis Moskva

Eitt dronuálop hevur rakt eini íbúðarhús í russiska býnum Krasnogorsk, sum liggur í útjaðaranum av Moskva.

Tað skrivar guvernørurin í Moskva, Andrei Vorobyov, í einum uppslagi á Telegram, har hann eisini deildi myndir av álopinum.

Sambært guvernørinum fingu fimm fólk skaða, teirra millum eitt barn. Tey vaksnu fingu traumatiskar heilaskaðar, brot og granatsplintur, meðan barnið fekk skaði í knæið og aðrar smávegis skaðar, skrivar hann.

Sambært borgarstjóranum í Moskva, Sergej Sobyanin, hevur russiska loftverjan skotið niður tríggjar dronur, sum vóru á veg móti Moskva. Tað segði hann sambært Reuters.

Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til álopið.