Tíðindaskriv:
Hetta er eitt av átøkunum hjá EU fyri einum grønari og klókari Evropa, har øll skulu verða við. NPA stuðlar samstarvi millum samfeløg, sum búgva í fjarskotnum og spjaddum økjum í norðasta parti av Evropa og Arktis. Stuðul verður latin at gera hugskot til burðardyggar loysnir til at betra um lívsgóðskuna hjá fólki, sum búgva í NPA økinum. NPA helt 25 ára hátíðarhald í Bodø í Noregi 1.-2. oktober 2025.
Føroyar gjalda til samstarvið og kunnu tí eisini verða við í verkætlanum, sum verða stuðlaðar av NPA. Umhvørvisstovan (US) hevur luttikið í fleiri slíkum verkætlanum og á hátiðarhaldinum í Bodø varð US heiðrað fyri sín lut í hesum samstarvi.
Sí meira á: https://www.interreg-npa.eu/news-events/connecting-the-dots-25-years-of-interreg-npa-celebrated-in-bodo/
Føroyar taka við formannskapinum í eftirlitsnevndini (Monitoring Committee) hjá NPA næsta ár og tá verður ársfundurin í Føroyuum. Tað er Gunnvá M. Olsen fulltrúií Uttanríkis- og vinnumálaráðnum,sum tekur sær av hesum arbeiði. Ársfundurin í Bodø endaði við, at Gunnvá takkaði fyri samstarvsmøguleikar í NPA og bjóðaði øllum vælkomnum til Føroya næsta ár.










