Ein 42 ára gamal maður er nú handtikin og í grundlógaravhoyring skuldsettur fyri manndráp í lítlu grønlendsku bygdini, Kangaamiut.
- Maðurin er fyribils varðhaldsfongslaður í 28 dagar, veit Sermitsiaq frá Grønlands Politi at siga.
Tað var í gjár, at trý fólk vóru til grundlógaravhoyr í Qeqqa Kredsret í samband við, at ein 49 ára gamal maður mikudagin varð funnin deyður.
Ein av hesum trimum, sum var til grundlógaravhoyr, er varðhaldsfongslaður, og hini bæði fólkini eru sambært løgregluni leyslatin aftur.
Grønlands Politi sigur, at deyðsfallið í Kangaamiut verður kannað sum drápsmál.
Ákæruvaldið í Grønlandi hevur kæra málið um leyslatingina av tí eina persóninum, sum rætturin gjørdi av at lata leysan aftur.
Soleiðis vildi Grønlands Politi hava, at ikki bara hin eini - men tveir - av persónunum, sum vórðu til grundlógaravhoyr, vórðu varðhaldsfongslaðir.
Men, tað vildi rætturin ikki, og nú er tað málið sambært Sermitsiaq kært.
Lagt verður aftrat, at løgreglan framvegis er í Kangaamiut, men sigur, at tey í løtuni ikki hava meira at siga um málið, ið tey meta sum drápsmál.
Lesið eisini -
Grønlands Politi kannar møguligt drápsmál - https://www.in.fo/news-detail/groenlands-politi-kannar-moeguligt-drapsmal-i-kangaamiut










