- Nú verður aftur skipað fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara. Skeiðið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mánadagin 27. oktober klokkan 19.
Soleiðis siga tey í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum, og her verður lagt aftrat, at skeiðið er ókeypis, og neyðugt er ikki við tilmelding.
- Men, fyri at fáa eina hylling á, hvussu nógv koma til skeiðið, er høvi at fara inn á heimasíðuna - www.fisk.fo - og trýsta á til eitt ókeypis atgongumerki.
Í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum vísa tey á, at sambært grindakunngerðini er grindaskeið og loyvisprógv kravt fyri at hava loyvi til at avlíva hval.
- Bert persónur, sum er 16 ár ella eldri og sum hevur loyvisprógv fyri at hava luttikið á grindaskeiði, kann avlíva hval.
Á grindaskeiðnum fæst kunning um grindalóggávu, grindareiðskap, drápshátt, brúk av mønustingara og grindaknívi - og staðfesting av deyðseyðkenni hjá hvali.
Lagt verður aftrat, at fyri at luttaka í grindarakstri og grindadrápi, sum vanligt, krevst ikki grindaskeið.
- Øll kunnu fara í grind, bæði í báti og á landi, sum vanligt hevur verið - uttan at hava grindaprógv, siga tey í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum.










