Gongur strúkandi hjá hálvum føroyingi í Bradford

Claus Bech Jørgensen vil ikki útihýsa møguleikanum, at hann í framtíðini fer at umboða Føroyar, men stóri dreymurin er framvegis at koma á danska landsliðið.

Eftir ársskiftið hevur hann verið rættiliga í andglettinum í donskum fjølmiðlum. Vit tosa um hálva føroyingin, Claus Bech Jørgensen, sum í løtuni spælir við enska felagnum, Bradford.

Hóast Bradford liggur niðaliga í ensku 1.deild, so hevur gingið strúkandi hjá hálva føroyinginum í enska felagnum. Hann hevur skotið 10 mál fyri Bradford í ár, har av níggju eftir ársskiftið, og í løtuni kann hann breggja sær av at vera mest skorandi danski leikarin uttanfyri Danmark. Claus Bech Jørgensen hevur verið í Bradford í góð tvey ár, og í summar ætlar hann sær at skifta felag.

? Sáttmálin hjá mær gongur út í summar, og eg ætli at royna at finna annað felag. Premier League er sjálvandi ein dreymur, men eg havi heldur onki ímóti at leika í 1.deild, sigur Bradford-leikarin við Sosialin

Hálvi føroyingurin fór til Onglands á sumri 1999. Fyrstu tvey árini leikti hann við Bournemouth, og síðan á sumri í 2001, hevur hann verið í Bradford. Claus Bech Jørgensen hevur altíð havt ein dreym um at gerast yrkisleikari, og tá tað loksins eydnaðist honum, var tað ein heilt fantastisk kensla, greiðir hálvi føroyingurin frá.

? Eg menti meg nógv í Bournemouth, og tað gekk væl hjá mær. Eftir eg hevði verið har í tvey ár, metti eg, at tíðin var búgvin at fara víðari, og tá vísti Bradford áhuga, valdi eg taka av, fortelur miðvallarin.

Tað gekk tó eitt hálvt ár, áðrenn Claus Bech Jørgensen kom á liðið hjá Bradford. Á jólum 2001 varð venjarin í Bradford koyrdur, og Nicky Law tók yvir. Nicky Law gav Claus møguleikan alt fyri eitt, og síðan hevur hann verið fastur fúsur á miðvøllinum hjá Bradford.

Undan kappingarárinnum í ár, vóru útlitini ikki góð hjá honum, tí Bradford kom í fíggjarligt óføri, og royndi at sleppa sær av við hálva føroyingin. Hann stíddist tó víðari fyri sínum plássi á liðnum, og slapp skjótt upp í part aftur.

Síðan ársskiftið hevur Claus Bech Jørgensen rættiliga fingið hol á málskjótingina, og er hann ein av høvuðsorsøkunum, at Bradford í løtuni ikki er í niðurflytingarvanda. Danskir fjølmiðlar hava fingið eyguni upp fyri honum, og hava róst honum fyri avrikini.

Bradford-miðvallarin ásannar eisini, at síðan, hann er farin at skjóta mál, hevur størri fokus verið á hansara persóni, og fleiri fylgja við hvussu hann stendur seg.

Framvegis møguleiki at umboða Føroyar
Claus Bech Jørgensen vil ikki útihýsa møguleikanum, at hann í framtíðini fer at umboða føroyska landsliðið. Hann leggur tó afturat, at stóri dreymurin hjá sær er framvegis at sleppa á danska fótbóltslandsliðið.

? Eg kenni meg sum danskara, og mín dreymur er framvegis at umboða Danmark, men eg vil ikki útihýsa møguleikanum, at eg veri at síggja í føroysku landsliðstroyggjuni, sigur Claus Bech Jørgensen

Bradford-leikarin leggur tó dent á, at tað ikki skal skiljast sum um, at um hann ikki megnar at koma á danska landsliðið, so verður føroyska landsliðið ein pakkaloysn, tí sum hann sjálvur sigur, so fer hann altíð 100 % inn í uppgávurnar.

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, heitti á hálva føroyingin, tá hann leikti í Horsens fyri nøkrum árum síðan, men Claus Bech Jørgensen takkaði nei til føroysku innbjóðingina. Síðan hevur hann ikki hoyrt nakað úr Føroyum, men kortini hevur hann hugsað nógv um møguleikan at umboða Føroyar, tí hann er stoltur av at vera av føroyskari ætt, og tað er ikki hvør leikari, sum fær møguleikan at leika altjóða dysti.

- Tá eg ikki fekk møguleikan í Bradford fyri hálvum øðrum ári síðan, og danska landsliðið var rættiliga langt burturi, hugsaði eg nógv um, eg skuldi gera meg tøkan til føroyska landsliðið. Í fótbólti gongur rættiliga skjótt, og nú tað hevur gingið væl hjá mær, er støðan ein heilt onnur, og danska landsliðið er brádliga ikki so langt burtur, sigur Claus Bech Jørgensen.

Í summar er ætlanin, at Claus og familjan koma til Føroya á vitjan, og tað gleðir hann seg nógv til, tí nú eru nøkur liðin, síðan hann var í Føroyum seinast. Nær tað verður, er ikki heilt greitt enn, men hann sigur at enda, at hann vónar at fáa ein landsdyst hjá føroyingum við á ferðini.