?Keep a child alive" konsert í Fuglafirði

Fríggjakvøldið 19. mars var konsert í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Konsertin var partur av fesitvalinum ?Keep a child alive", ið verður hildin í yvir 40 londum.

Ummæli

Andreas Dalsgaard

andreasbacon@hotmail.com





Bólkarnir, sum spældu fríggjakvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, vóru Paradox, Speaker, 48 Pages, Sic og Dejavu. Bólkurin, sum byrjaði konsertina, var Paradox, sum eru nakrir ungir knassar, ið halda til á Margarinfabrikkuni. Paradox byrjaðu við lagnum ?Basket case" hjá Green Day, ið er eitt heilt ígjøgnum punk lag við nógvum futti í, og mær dámdi næstan betur lagið, tá Paradox spældu tað enn Green Day! Síðani spældu teir løg hjá til dømis Black Sabbath og Rage against the Machine. Lagið mær dámdi best var heilt klárt ?Guerilla Radio" hjá Rage against the Machine, sum bara rokkaði totalt. Sangarin, sum eisini spældi guitar, hóskaði ógvuliga væl til tónleikin teir spældu, og sang bara orduliga feitt! Hann dugdi eisini ógvuliga væl at spæla guitar, og spældi nógvar feitar soloir! Bassisturin var eisini sera dugnaligur og rokkaði totalt út! Trummarin var bara heilt svakur og rokkaði eisini orduliga, meðan hárið flaksaði runt! Men hevði tó lyndi til at gera ov nógvar rullir við ?snare" trummuni, men annars, heilt feitt. Man skal eisini hava í huga, at teir eru rættuliga ungir, men Paradox var simpulthen rokk fyri allar pengarnar!

Speaker
Næsti bólkurin sum fór á pallin, var nú vælkendi Speaker, sum hava spælt nógvar konsertir saman við 48 Pages seinastu tíðina, av tí at teir skulu til Íslands. Teir framførdu seks egin løg og byrjaðu við lagnum ? A baker?s dream", sum ljóðaði heilt feitt, men hevur ljóðað betur fyrr, tí tað var ikki nóg hart! Men spældu síðani lagið ?between us", sum var mítt yndislag á allari konsertini! Eitt feitt lag við einari feitari rútmu, og so koyrdi tað bara! So spældu teir vælkenda ?Jealous song", sum er ein deiligur pop sangur! Og eg visti ikki, at Bogi Berg, guitaristurin, dugdi so væl at dansa. Teir endaðu við einum orduligum 80?ara lagi við langum soloum og stórum trummum, um man so kann siga. Speaker var mín yndisbólkur fríggjakvøldið, og er næstan mín yndisbólkur yvirhøvur, vil eg siga!

48 Pages
Triði bólkurin, sum fór á pallin var 48 Pages, sum er rættuliga nýggjur bólkur. Teir framførdu sjey løg, og hava gjørt øll sjálvir. Nevnast kunnu til dømis: ?Nr 1" (sum bleiv spældur fyrst), ?Simmana", ?Irish wimp" og ?Going solo". Eisini spældu teir eitt lag sum æt ?Valentines", sum var orduliga funky, hevði eina góða rútmu, ljóðaði ógvuliga væl og við eitt sindur av spunky smakki í eisini, ein sera góð kombinatión! Legði serliga til merkis hvussu ógvuliga góður trummarin, Eyðun, var. Hann minti meg um Travis Barker úr Blink 182, tá hann spælir trummur, hárið hjálpti kanska eitt sindur uppá tað, men tað má eg siga er eitt gott kompliment at fáa, tí Travis er bara ein av feitastu trummarunum, sum eru!

Sangarin, Frans, helt eg sang væl, men eg helt tó at hann kundi variera tað, sum hann sang, eitt sindur meir.

Um endan av teirra framførslu hendi eitt lítið óhapp, stólurin hjá Eydun fór um koll, hann steðgaði ikki, men spældi víðari standandi uppi restina av síðsta lagnum! Herðaklapp til tað! Annars helt eg hetta var besta framførslan eg havi hoyrt hjá 48 Pages higartil.

SIC
Fjórði bólkurin sum fór á pallin var eysturoyarbólkurin SIC. Teir framførdu sjey løg, og tvey av teimum vóru cover løg. ?Roots bloody roots" hjá Sepultura og ?Ya?ll want a single" hjá Korn. Men hini fimm hava teir sjálvir gjørt. SIC er bara baskandi heavy tónleikur so tað rennur eftir úr! Serliga væl dámdi mær sangaran, Mikkjal, sum er fyrrverandi sangari í Krit. Ein heilt ótrúlig rødd hann hevur at skrála við og hóskar ónatúrliga væl til harða tóleikin! SIC var heilt sikkurt bólkurin, sum fekk fólkið út á gólvið. Og eg vil siga, at teir eisini høvdu besta ljóðið á allari konsertini. Best dámdi mær lagið: ?Ya?ll want a single". Eitt ógvuliga feitt lag við feitum skiftingum í og tað sum má til, sjálvandi ein feit rútma! Annars kundi tað vera eitt sindur ov langdrigið í onkrum løgum, um man ikki er akkurát til hatta slagið at tónleiki. Ein væleydnað framførsla hjá SIC vildi eg sagt!

Dejavu
Fimti og síðsti bólkurin á pallinum var vælkendu Dejavu. ?og so um til kærleiks pallin" segði ein vissur maður á Frix Føroyum í 2003! Ja tað er nokk rætt sagt. Dejavu var júst rætti bólkurin at spæla síðst! So kundi man líkasum hvíla oyruni aftaná harðan heavy tónleik. Orduliga deiligt at hoyra lekran og friðarligan tónleik áðrenn man fór heim (um man also ikki var til diskotekið aftaná). ?Take a look" var ein av løgnum teir spældu og var nokk tað mær dámdi best. Teir spældu tað friðarligari enn teir plaga í byrjani og so eitt sindur harðari móti endanum av lagnum, og tað ljóðaði ótrúliga gott! Tað er langt síðani eg havi hoyrt so lekran live tónleik. So um tú leitar eftir tónleiki til eitt hugnaligt kvøld... ja so er Dejavu júst tað tú leitar eftir!

Væleydnað
Alt í alt eitt sera væleydnað kvøld í Mentunarhúsinum, men kanska eitt sindur ov nógv ?tónleikur afturvið sodavatni og práti" og ikki umvent. Og tað vísur bara, hvussu stórur tørvur er á einum ordiligum konserthúsi, sum bara hevur við tónleik at gera. Men tað sum er gott við Mentunarhúsinum er, at prát og sitipláss eru longri afturi í hølinum, næstan sum eitt høli fyri seg, so man hoyrur tað ikki um man stendur fremst við pallin, men um man stendur aftarliga, leggur man væl merki til tað. Men sum sagt væleydnað konsert!