Hon var bara 17 ár og við barn, tá hennara fyrsti dreymur um eitt eydnuríkt familjulív brast. Sjeikurin rýmdi og Maria stóð eftir, sum ein av teimum, ið var komin illa fyri. Soleiðis æt tað tá í 1960 unum úti á bygd. Einsamøll, við lítlari skúlagongd og stórum búki vóru framtíðarútlitini hjá Mariu alt annað enn bjørt. Dreymurin um at fara til Havnar at arbeiða á gistingarhúsi mátti bíða, tí hon hevði ikki ráð at koyra barnið í barnagarð. So Maria varð búgvandi heima hjá foreldrunum, fekk eina dóttir og droymdi ikki longur størri dreymar enn at fáa okkurt fiskaarbeiði í heimbygdini, so hon kundi forsyrgja síni lítlu familju.
Gjørdi mun á børnunum
? Tá dóttirin var 1 ár, hitti eg ein mann, sum eg forelskaði meg í upp um bæði oyru, greiðir Maria frá. Hann var lívligur og stuttligur, og tað besta av øllum var, at hann tóktist at vera góður við dóttir mína. Eg bleiv skjótt uppá vegin aftur, og vit gjørdu av at giftast og flyta til Havnar.
Vit fingu ein son, og tá fekk eg fyrstu ferð illgruna um, at alt ikki var so ljósareytt, sum eg gekk og billaði mær inn. Eg legði skjótt merki til, at hann gjørdi mun á børnunum. Tá hann kom aftur av skipstúri, hevði hann altíð okkurt við til sonin, men ongantíð nakað til dóttir mína, og sum frá leið, gjørdist tað bara ein vani.
Maður mín var eisini harðligur og drakk illa. Tað var ikki inniverandi, tá hann var heima, og eg veit ikki, hvussu nógvar nætur eg havi ligið og koyrt runt við børnunum í bili, tí vit ikki kundu vera inni og ongastaðni høvdu at fara. Men eg tók meg saman og fór skjótt frá honum fyri at byrja av nýggjum. Lítið visti eg, at harðskapurin, eg hevði upplivað, onki var afturímóti tí, sum bíðaði mær.
Stjól 50.000 kr.
? Eg var fyrst í 40 unum, tá eg hitti Hanus og bleiv gift aðru ferð. Tú skuldi trúð, at eg hevði lært okkurt av tí fyrra hjúnabandinum, og at eg dugdi at síggja, tey ávaringartekin, sum hóast alt vóru, longu áðrenn eg og Hanus giftust. Men eg læt eyguni aftur og vónaði og trúði, at hesuferð fór tað at vera annarleiðis. Børnini vóru nú vaksin og flutt heimanífrá, so eg ímyndaði mær eina friðaliga og romantiska tíð, har vit bara høvdu hvønnannan at hugsa um.
Eg visti, at Hanus dámdi væl at ganga í býnum og at ballast. Men eg visti ikki, at hann eisini var í stórum fíggjarligum trupulleikum. Tað fann eg ikki út av, fyrr enn hann einaferð stjól 50.000 krónur úr míni bankaboks við at bróta seg inn í skapið, har eg hevði goymt lykilin til boksina. Men eg fyrigav honum, tí eg visti, hvussu stórum fíggjarligum trýsti, hann allatíðina var undir, og eg bleiv í grundini ikki óð, fyrr enn eg fann út av, at hann hevði brúkt pengarnar til ein ballingartúr, sigur Maria við beiskari rødd.
Setti eld á
? Lyndið hjá Hanusi gørdist bara meir og meir óstøðugt og ørligt. Eg visti ongantíð, hvat hann kundi finna uppá, og eg var allatíðina bangin. Eg tordi ikki at leggja meg at sova longur, tí hann hevði fleiri ferðir lagt á meg meðan eg svav. Eg keypti mær eisini eina fartelefon, sum eg goymdi fyri honum, so eg visti, at eg altíð kundi ringja eftir hjálp.
Eg vildi fegin hjálpa honum, um eg kundi, og eg royndi eisini at fáa hann at tosa, um hvat bagdi. Men tað nyttaði onki, tí hann tók tað sum eitt álop á sína persónligheit, hvørja ferð eg kom inn á, at alt ikki var, sum tað skuldi. Onkusvegna fekk hann altíð gjørt tað til, at tað var eg, sum hevði skyldina, og tað gav honum so "rætt" til at hevna seg inn á meg.
Eineferð, eg hevði sagt okkurt, hótti hann við at brenna meg inni, og áðrenn eg visti av, hevði hann sett eld á gardinurnar, sum knappliga stóðu í ljósum loga. Eg sníkti meg eftir fartelefonini og ringdi til politiið. Tá teir komu, hevði maður mín sløkt eldin, klipt restirnar av gardinunum burtur og lagt seg á sofuna at hyggja í sjónvarp. Hevði tað ikki sást á vegginum, at eldur hevði verið í, hevði eg følt meg ótrúliga býtta. Politistarnir søgdu, at teir trúðu mær, men vildu onki gera, tí, sum teir søgdu, "Tað ger tað oftast bara verri."
Spýtt í andlitið
? Sum tíðin leið gjørdust ballingartúrarnir hjá Hanusi bara fleiri og longri, so eg sat einsamøll heima meginpartin av tíðini. Fyrri maður mín vildi ikki lova mær út at arbeiða, og øll familjan hjá mær búði á eini aðrari oyggj, so eg kendi ongan, eg kundi fara at vitja. Men eg hevði eina vinkonu, sum royndi at lokka meg við sær í dans onkuntíð. Tað vildi eg eisini fegin, men eg tordi ikki, tí eg visti, at maður mín bleiv svakur, um eg fór í býin. Tað hevði hann langt síðani gjørt mær greitt. Tað var kanska heldur ikki nakað, eg saknaði so nógv, tí eg var ikki ein, sum gekk í býnum, tá eg var ung. Eg var 39 ár, tá eg fyrstu ferð smakkaði eina øl og mitt í 40 unum, tá eg var í dans fyrstu ferð.
Eg byrjaði at halda tað vera eitt sindur órímiligt, at hann bara tók tað sum eina sjálvfylgju, at eg sat heima og bíðaði. Men tá eg umsíðir tók meg saman at siga nakað um tað, svaraði hann við at spýta meg í andlitið og geva mær ein frammaná. Hetta gjørdist skjótt gerandiskostur, og tí kendist tað sum ein lætti, hvørja ferð hann fór út, og eg vónaði bara, at hann helt seg burtur, so leingi sum møguligt. So var friður, um ikki annað.
Neyðtikin
? Í veruleikanum var eg vorðin púra líkaglað við honum og okkara hjúnabandi, og tí er tað kanska eitt sindur ringt at skilja, hví eg bleiv so óð, tá eg fann út av, at Hanus hevði eina elskarinnu. Men eg føldi meg so niðurgjørda, tí hann royndi stórt sæð ikki at fjala út yvir, at hann í tíð og ótíð sat og tosaði við hana í fartelefonini. Ta einu ferðina var hann farin út í hjall at tosa, og tað gav mær ein møguleika taka hann upp á "feskan" gerning. Eg rykti hurðina upp og spurdi, hvat tramin hann billaði sær inn. Eg havi ongantíð upplivað nakran blíva so óðan. Hann bleiv fullkomiliga svakur og rópti: "Tú skalt ikki halda, at eg ikki eisini eri førur fyri at orðna teg, fyri tað um eg havi eina elskarinnu!". So hirdi hann meg upp á eitt borð, skræddi trussurnar av mær og hamraði nevan upp í undirlívið á mær fleiri ferðir. Eg fekk ikki gingið í fleiri dagar og mátti á skaðatovuna, men so hendi onki meir. Tey søgdu, at tey høvdu biðið meg melda hann til løgregluna, og tað passar ivaleyst, men eg var so skelkað og ørkymlað, at eg fekk tað ikki við. Í slíkum førum haldi eg, at sjúkrahúsið skuldi tikið fólk av ræði og bara melda beinanvegin, tá kvinnan týðiliga ikki er før fyri at hugsa klárt sjálv. Tá átti at verið teirra skylda.
Tjógv sum vápn
? Endabresturin kom eitt kvøldi beint eftir jól, tá eg umsíðir var farin í dans saman við vinkonu míni. Eftir dansin bjóðaðu vit nøkrum gestum heim við til ein bita. Knappliga stóð Hanus í hurðini. Fyrst læt hann sum onki og setti seg niður. Tá eg reisti meg upp at at rætta gestunum eitt fat við fugli, dundraði Hanus nevan upp undir fatið, so tað reyk beint upp í andlitið á mær. Har stóð eg so, við mati og snyki rennandi niðureftir kjólanum, eg hevði pyntað meg í, meðan gestirnir kvikliga sluppu sær á dyr. Hanus helt fram at leika í sum eitt svakt og ýldi okkurt um, at hann hevði sæð meg í dansi. So tók han eitt skerpitjógv og bukaði og bardi meg við tí, til eg lá á gólvinum og bara royndi at halda sum frægast um høvdið. Eg var so sundursorlað, at eg fekk næstan ikki flutt meg. Onkusvegna fekk eg grulvað upp á eina sofu, og har var eg liggjandi í eina viku. Vinkonan syrgdi fyri, at eg kom til lækna, og at eg hesuferð meldaði Hanus til politiið. Eg skilji tað framvegis ikki, men tað gingu 4 vikur frá tí eg meldaði hann, inntil politiið handtók hann. Málið kom í rættin, og hann fekk ein 2 ára treytaðan dóm. Tað var tað, sjálvt um læknajournalin prógvaði, at í grundini mundi maður mín dripið meg.
Umsíðir hevði eg tá fatað álvaran í hesum, og at ongin verulig hjálp var at fáa. Endin var, at eg og Hanus vórðu skild. Tað eru 4 ár síðani nú.
Hví rýmdi eg ikki?
? Nú eg fortelji hetta, er tað sjálvandi ein spurningur, sum allatíðina spøkir aftur: Hví fann eg meg í øllum hesum? Hví stakk eg ikki av, fyrstu ferð hann slóð meg?
Eg havi onki svar, annað enn at onkustaðni í øllum hesum ørskapinum var eg framvegis góð við mann mín, og mær tókti synd í honum. Og so ræddist eg hann, sum pestin. Eitt annað er, at tá tú verður niðurgjørd dagliga so leingi, máar tað spakuliga alt títt sjálvsvirði burtur. Tú verður heilavaskað, og til endan fært tú ikki hugsa klárt og fer at ivast í, hvat er normalt ella ikki. Maður mín dugdi ómetaliga væl at bera seg serstakliga dámliga at ímillum onnur fólk, og politiið hevði altíð ilt við at trúgva, tí eg segði. Meir skuldi ikki til fyri at fáa meg at halda, at tað mátti vera mær, tað var galið við.
Tá eg hoyri ungar kvinnur siga, at verða tær bukaðar bara eina einastu ferð, so er tað slutt, hugsi eg altíð: "Gævi satt, at tær meina tað". Men eg má viðganga, at eg inni við meg sjálva eisini hugsi: "Bíða bara, til tú stendur mitt í tí. Tá er tað lættari sagt, enn gjørt."
Ongin hjálp at fáa.
? Eg fari ikki at ráða nakrari kvinnu til at leita sær hjálp við at venda sær til løgregluna. Tað er mest sannlíkt, at løgreglan helst ikki vil blanda seg upp í og bara kallar tað húsaófriður. Eg veit ikki, um tað ikki hevur nóg høgan status at taka sær av kvinnum, sum eru bukaðar, men tað tykist at vera sera torført at fáa hjálp.
Sjálv fekk eg varandi mein av harðskapinum, og eri tí lutvíst óarbeiðsfør í dag. Men eg stríðist enn við at fáa okkurt slag av pensión, so eg kann forsyrgja mær sjálvari. Ein onnur avleiðing var, at eg gjørdist tunglynt í eitt longri tíðarskeið, men ongin bjóðaði mær sálarfrøðiliga hjálp av nøkrum slagi. Kanska átti eg at havt vent mær til Kvinnuhúsið, men so langt hugsaði eg ikki tá, og ongin minti meg á tað. Heldur ikki løgreglan.
Eg royni ikki at vera beisk, tí eg kann ikki brúka tað til nakað. Harðlig mannfólk hava stolið ein stóran part av mínum lívi, og nú vil eg hava tað aftur. Eg vildi fegin lagt bæði mynd og fulla navn til hesa greinina, men so skal eg byrja umaftur at ganga og vera bangin fyri, hvat fyrr verandi maður mín kann finna uppá.
? Mín dreymur um eitt eydnuríkt hjúnaband verður av ongum, tí eg vil ikki hava ein mann aftur í mítt lív. Eg eri 59 ár, eigi tvey fitt børn og eina deiliga ommudóttur, sum eg gleðist um hvønn dag. Tað tók alt ov nógv ár, men nú sær tað umsíðir út til, at tað er vorðið mín túrur at liva, sigur Maria at enda.










