Golf­klubb­ur­in 30 ár

Nú eru 30 ár farin, og heitt er á meg um at skriva nakr­ar reglur um, hvussu tað bar til, at vit stovn­aðu hendan fel­ags­skap

 

So ótrúligt tað ljóðar, var eg nevniliga ein av stovnararnum, hóast eg ikki hevði fingist við hesa ítrótt heldur enn nakra aðra.
Orsøkin var tann, at eg í lestr­ar­ár­u­num kom at kenna nøkur, sum høvdu áhuga fyri golf. Heim­aft­ur­komin fór eg at um­hugsa, um tað mundi bera til at hava golf­vøll í Føroyum. Her er jú harð­balið, nógv regn og ofta vind­ur. Tá eg ferðaðist í Íslandi fekk eg at vita, at har vóru nógv­ir golf­vøllir, men har var veðrið jú ikki sum her.
Eg kom at kenna ein het­lend­ing, og hann segði mær, at hann var nevnd­a­rlimur og stovnari av fyrsta og einasta golfklubbanum í Het­landi. Hann vísti mær vøll­in, og eg helt, at um teir kundu, so máttu vit eisini kunna gjørt ein eins frægan sum teirra. Lítil mun­ur er á veðrinum.
So hvørt eg setti meg inn í mál­ið, kom eg til tað úrslit, at tað helst hevði verið gagnligt fyri Føroyar at havt ein golfvøll. Í­trótt­a­greinirnar eru nógvar, men um allan heim er golf­ítr­ótt­in tann, sum hevur mest virðing mæta manna millum.
Eg kom at minnast eina hend­ing, tá eg í juli 1962 ferðaðist upp á tumm­il­fing­urin í Europa. Kom­in úr London ætlaði eg mær fram við eyst­ur­strond Ong­lands til Skot­lands og praiaði ein bil. Hann støðg­aði bein­an­vegin og vildi taka meg við, men hann skuldi fara til vest­ur­síð­una í Ong­landi. Hann segði, at tað var minst líka so skjótt fyri meg at koma við sær, tí hann hevði so góð­an bil, ein jaguar, og tað var bert ein annar sum yvirhálaði okk­um. Men grundin til at hann vildi hava meg við var, at hann hevði gloymt brill­urnar eftir, og hann hevði eitt hond­skriv­að bræv sum greiddi frá, hvussu hann skuldi koyra fyri at koma til ein golf­vøll í nánd av Liver­pool. Hann skuldi tí brúka meg sum leið­søg­u­mann at lesa bræv­ið og síggja vegskeltini. Tað kom mær dátt við at fáa eitt slíkt álit­is­starv mín næsta dag í Ong­landi!
Tað vísti seg, at sjaførurin var ein íverksetari. Úr fátækum kor­um hevði hann bygt upp eitt stórt virki, og nú kundi hann møt­ast við sínum javnlíkum á ov­astu rók, og tað var tí hann var far­in at spæla golf!
Golfítróttin er tí ein máti, sum tey ríku og máttmiklu íðka fyri at hitta sínar javnlíkar.
Men hví skuldu vit í Føroyum fara upp í slíkt?
Um so er, at okkara vinnulív skal kapp­ast á jøvnum føti, er um­ráð­andi at vit bjóða dugn­a­lig­um fólkum eins góð kor og aðr­a­staðni.
Viðhvørt havi eg verið ferða­leið­ari, og tá eru mong áhugaverd fólk at hitta. Einaferð kom eg at tala við ein framúrskarandi vinn­u­lív­smann, sum helt at Før­oy­ar vóru eitt heilt ótrúliga gott land, og at hann kundi hugsað sær at flutt higar. Men so spurdi hann: Ber til at spæla golf? Eg noydd­ist at siga sum var, at tað gjørdi tað ikki. So segði hann, at flyt­ing hansara higar varð av ong­um! Tað hevði hon helst ver­ið allíka­væl, men samrøðan segði mær, at gjørdu vit nakað við golf­ítrótt, gjørdust Føroyar meira attraktivt fyri nøkur sum kundu gjørt mun í okkara sam­fel­ag.
Men hvat við føroyingum? Kundu teir fingið nakað burt­ur­úr?
Golf er ikki ein ítrótt fyri øll. Men føroyingar hava nógvar av teim­um eginleikum, sum skulu til. Vit hava góðar fleyg­ing­ar­menn og nógvar sum raka fugl úr báti. Tí kann ikki útilokast, at nakr­ir av okkara unglingum kund­u lært seg spælið. Um teir so koma í onnur lond kunnu teir fara at spæla har, og møta harvið nøk­ur av teimum í verts­landi­num, sum eru væl fyri. Tað kann sjálv­andi ikki útilokast, at onkur kann vinna frama í hesi ítrótt, men kapp­ingin er hørð um odda­sess­ir­nar.
Fyritøkur í Føroyum skulu selja framleiðslu sína uttanlands. Av­gerð­ir um at keypa frá okkara fyri­tøkum verða sjálvandi fyrst og fremst tiknar av útlendsku fyri­tøk­u­num av tí at góðskan og prís­urin á okkara framleiðslu er kapp­ing­ar­før. Viðhvørt kunnu per­sónlig sambond tó vera av­ger­andi. Tá kann tað hava týdn­ing at fáa útlendskar stjórar at koma til Føroyar so prátast kann við teir. Men teir hava nógv støð í at velja, og royndirnar vísa, at eitt tilboð um at koma at spæla golf í einum eksotiskum stað er eitt gott agn. Tað eru sera nógvar hand­ils­avtalur gjørdar á golf­vøll­um!
Men illa gekst at fáa fatur í nøkr­um, sum hevði dirvi til at reisa málið. Men fyri tretivu árum síðan bragdaði. Vit fingu fýra menn, sum spældu golf utt­an­lands. Teir gjørdu av at stovna ein golf­klubba. Men ólukkutíð skuldu fimm í nevndina, og tí vóru boð eftir mær at koma uppí sum fimti maður. Tíbetur gekk ikki long tíð til ein kom afturat, sum dugdi at spæla og kundi koma í staðin fyri meg.
Eitt av tí, fyrsta nevndin gjørdi, var at venda sær til elsta og fremsta golf­klubban av øll­um. Hann er í Skotlandi, og vit spurdu teir, um teir kundu senda tveir menn higar at meta um, hvørt tað yv­ir­høvur bar til at gera nak­að við hesa ítrótt í Før­oy­um. Klubburin tók málið upp í størsta álvara, og menninir komu í øllum góðum. Annar av teim­um var persónligur vinur við mann­in hjá táverandi bretska for­sæt­is­ráð­harr­anum Thatch­er. Teir høvdu ikki verið her fyrr, men teirra meting var, at í Før­oy­um vóru nógv støð, har til bar at gera góðar golfvøllir. Veðr­ið her var ikki so nógv øðr­vísi enn í Skotlandi. Tey sum spæla golf eru úti á vøllinum í øll­um veðri, so í okkara veðurlagi kann spælast mest sum alt árið.
Vit spurdu teir, um tað kundi hugs­ast, at tað bar til at fáa golf­tur­ismu í lag í Føroyum.
Teir søgdu, at hetta bar væl til.
Tað sum kravdist var, at vit høvdu tríggjar golf­vøllir á hægsta stigi. Eingin tímdi at spæla meir enn tveir dagar á sama golf­vølli, og tað var so utt­an­handa at koma til Føroya, at eing­in skoytti um at vera stytri her enn eina viku. So var tíð at vitja teir tríggjar vøllirnar.
Harumframt var neyðugt at vit fingu okkum eitt fimm­stjørn­u­hotell.
Vóru hesar íløgur gjørdar, ivaðust teir ikki í, at tað fóru at vera so nógv, sum vildu koma higar, at hotellið var fullsett. Vit skuldu minnast til, at tey fólk, sum komu higar at spæla golf, vóru væl fyri og brúktu nógvar pengar.
Tann sum hyggur eftir før­oya­k­ort­i­num sær beinanvegin, at ikki hevði staðist á at funnið lendi til tríggjar golfvøllir. Tað hevði loyst seg so væl at gjørt teir, at tað ikki hevði verið ringt at reist kapital til eina slíka verk­ætl­an.
Snávingarsteinurin er okkara jarð­ar­við­urskifti. Politikarar okk­ara sita á helvtini av okkara jørð, og teir vilja halda fram við at vera góðs­eig­arar. Lótu teir vit og skil ráða, sleptu teir sær av við hesa jørð og gjørdu hana til óð­als­jørð. Hevði onkur tá okkurt gott hug­skot, um hvussu jørð kundi nýt­ast til á burðardyggan hátt, hevði borið til at keypt neyð­ugu jørðina til markn­að­ar­prís.
Ein verkætlan um at gera eitt fimm­stjørnuhotel við trimum golf­breytum hevði verið ein slík burð­ar­dygg verkætlan. Hon hevði lyft okkara samfelag upp á eitt hægri støði.
Tað hevði verið gagnligt fyri golf­klubba okkara um henda verkætlanin hevði fingist í lag.
Men tað er at fegnast um, at golf­ar­ar­nir hava drivið á undir tei­m­um korum, sum samfelag okk­ara hevur bjóðað teimum. Teir hava verið sannar hetjur, og skal eg ynskja teimum tillukku við, at teir nú á tretivuáradegnum hava fingið ein golfvøll!

Zakarias Wang