Týsdagin var týski trolarin, Susanne, í Saltangará við fullari last. Teir løgdu veiðina, sum vá 260.000 pund, upp til Fiskavirking. Væntandi landar ein annar týskur trolari, J. Von Køln, í Saltangará hósdagin. Men hetta var ikki heilt vist, tá ið vit frættu týsmorgunin.
Góður upsi
Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at Susanne fiskaði í ES-sjógvi, norðanfyri Hetland, og teir høvdu hampiliga góðan upsa, nógv størri enn tann, sum føroysku skipini fáa í løtuni.
Spurdur, um hesin fiskurin er dýrari at keypa enn upsin, sum er á føroyska marknaðinum, sigur Jason, at so er ikki.
- Vit keypa upsan heldur bíligari frá týsku trolarunum enn upsan, vit keypa á marknaðinum í Føroyum
Jason sigur, at týsku trolararnir gjøgnum fleiri ár hava lagt nakrar lastir upp í Saltangará á hvørjum ári, men hetta er so tann fyrsta lastin í ár.- Hava vit ikki kunnað keypt hendan fiskin, tí nógvur fiskur hevur verið inni, hava skipini landað til onnur virkir, men vit verða gjarna spurdir fyrst, um áhugi er fyri lastini, sigur hann.
Smáur upsi undan Føroyum
Tey arbeiddu hvønn dag á Fiskavirking í Saltangará í síðstu viku, og soleiðis verður eisini hesa vikuna.
Jason fýlist á, at upsin, sum føroysku skipini landa, er so óvanliga smáur, hóast hetta er gýtingartíð, og tann stóri fiskurin skuldi staðið tættur.
- Eini 60% av veiðini, sum kemur uppá land, er upsi 4, sum vigar undir 1,5 kg. Hetta er næstan tann reini seiður, sum hann tekur til.Jason vísir á, at hetta plagdi at vera góð fiskitíð á Fugloyarbankanum ella eysturi í Holinum, teir rópa, men haðani kemur næstan bara smáur upsi.
- Hesa tíðina av árinum er fiskurin eisini rak, so torført er at fáa nakað burturúr honum. At kalla alt fer til blokkframleiðslu. Nú gera vit næstan ongar portiónir, men á teimum virkjum, har portiónir verða gjørdar, kann eg ikki hugsa mær, at nógv fæst burtur úr hesum fiskinum.
Virkisleiðarin sigur, at sambært fiskimonnum, ber hesin smái upsin eisini rogn.
- Men um hann gýtir, tá ið hann er so ungur, vita fiskifrøðingarnir betur atsiga enn eg, sigur Jason Johannesen.