Bjarni spyr um tíðin komin at loyva kópaveiðu aftur

Føroyingar eiga at kunna veiða kóp á skipaðan og burðardyggan hátt. Tað helt ein samd Vinnunevnd longu í 2020.

Tíðindaskriv:

 

Nú vil Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hava at vita, um tíðin er komin at loyva kópaveiðu aftur – og hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnar undir Føroyum, eitt nú toskastovnin.

 

– Vit hava kóp undir Føroyum, og vit vita, at hann etur nógvan fisk. Men vit vita ov lítið um, hvussu stórur stovnurin er, hvussu nógv hann etur, og hvørja ávirkan hann hevur á fiskastovnarnar. Tað eiga vit at fáa greiðu á, sigur Bjarni Hammer.

 

Føroyskar kanningar hava víst, at toskur er partur av føðini hjá vaksnum láturkópi. Kanningar úr øðrum londum hava eisini víst, at kópur í ávísum førum kann hava ávirkan á toskastovnar. Harumframt hevur kópurin ein týðandi leiklut í lívsgongdini hjá sandmaðki, sum millum annað finst í toski. Sandmaðkurin gerst kynsbúgvin í kópinum, har hann nørist, áðrenn eggini aftur verða spjadd í havið.

 

– Eg sigi ikki, at kópur er orsøkin til støðuna hjá toskinum. Men um hann etur nógv av toski og øðrum fiski, eiga vit at vita, hvussu stór ávirkanin er. Tað er ein partur av at umsita okkara tilfeingi, sigur Bjarni Hammer.

 

Ein samd nevnd vildi hava kópaveiðu

 

Í 2020 viðgjørdi Vinnunevndin eitt uppskot um at banna alarum at drepa kóp. Ein samd nevnd tók undir við banninum, men segði samstundis, at tað ikki skuldi forða fyri vanligari kópaveiðu.

 

Nevndin helt, at føroyingar eiga at kunna veiða kóp á burðardyggum grundarlagi. Kópurin kann nýtast til matna, og skinnið kann eisini gagnnýtast. Nevndin mælti eisini til at laga reglurnar fyri vápn og skipa fyri undirvísing, so veiðan kann fara fram á tryggan hátt.

 

Longu í 2019 varð uppskot um eina serliga kópalóg lagt fyri Løgtingið. Endamálið var millum annað at skipa kópaveiðu á burðardyggum grundarlagi, men uppskotið fall burtur, tá tingsetan endaði.

 

– Um kópastovnurin tolir veiðu, so haldi eg, at vit eiga at kanna, um vit aftur kunnu gagnnýta hetta tilfeingið. Tað skal sjálvandi gerast skipað, trygt og burðardygt, sigur Bjarni Hammer.

 

Tí hevur Bjarni Hammer sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um støddina á kópastovninum, ávirkanina á fiskastovnarnar og um grundarlag er fyri at loyva skipaðari og burðardyggari kópaveiðu í Føroyum.