Slaktarin úr Bosnia deyður – 84 ára gamal

Ratko Mladic, sum var herovasti hjá bosnisku serbunum undir krígnum í Bosnia og varð dømdur fyri fólkamorð, er deyður. Hann gjørdist 84 ára gamal.

Ratko Mladic í Sarajevo í 1993. Fyrrverandi herovastin hjá bosnisku serbunum er deyður, 84 ára gamal. Savnsmynd: Chris Helgren/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað boða serbiskir statsmiðlar frá sambært tíðindastovuni AFP. Ein ST-embætismaður váttar eisini andlátið fyri Reuters.

 

Ratko Mladic sat lívstíðardóm í Haag í Niðurlondum fyri fólkamorð, krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini undir krígnum í fyrrverandi Jugoslavia frá 1992 til 1995.

 

Hann varð millum annað dømdur fyri leiklut sín í hópdrápið í Srebrenica í Bosnia-Hersegovina, har umleið 8.000 bosniskir muslimskir dreingir og menn vórðu dripnir í juli 1995.

 

Mladic gav eisini boð um kringsetingina av Sarajevo, sum vardi í umleið 40 mánaðir frá 1992 til 1996.

 

Fyri leiklut sín í krígnum fekk hann eyknevnið »Slaktarin úr Bosnia«.

 

Fyrr í ár kravdu sakførarar hansara, at hann varð latin leysur úr fongslinum vegna vánaligu heilsuna. Sambært sakførarunum var hann longu í mai nær deyðanum. Tá kom eisini fram, at hann stutt frammanundan hevði fingið heilabløðing.

 

15 ár á sum flótti

 

Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri fyrrverandi Jugoslavia, ICTY, eftirlýsti Ratko Mladic í 1996.

 

Men tað eydnaðist honum at halda seg fjaldan í 15 ár. Ikki fyrr enn í 2011 varð hann handtikin.

 

Í 2017 varð hann dømdur fyri fólkamorð, krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini. Lívstíðardómurin varð staðfestur í kærumáli í 2021.

 

Radovan Karadzic, sum var politiski leiðarin hjá bosnisku serbunum undir krígnum, varð í 2016 eisini dømdur fyri fólkamorð.

 

Dómararnir í Haag staðfestu, at Mladic, Karadzic og fyrrverandi serbiski forsetin Slobodan Milosevic høvdu havt høvuðsleiklutir í etnisku útreinsanini av bosniskum muslimskum og øðrum ikki-serbum úr Bosnia.

 

Hópdrápið í Srebrenica verður ofta lýst sum ringasta krígsbrotsverk í Evropa síðani seinna heimsbardaga.

 

/Ritzau/

 

Ratko Mladic í Sarajevo í 1993. Fyrrverandi herovastin hjá bosnisku serbunum er deyður, 84 ára gamal. Savnsmynd: Chris Helgren/Reuters/Ritzau Scanpix