Hetta var gjørt fyri at vita, hvat tað var mest átrokandi at fara undir. Síðani vóru tvey høvuðsøki til hvønn bólk at arbeiða víðari við um hvussu høvuðsreglurnar skuldu vera. - Eg fekk rímiligt innlit [...] teimum ymsu deildunum at gera, sigur Marjun Hanusardóttir. Hon heldur, at hetta skuldi verið eitt hóskandi støðið at bygt á, tá framtíðar starvsfólkapolitikkut skal orðast. - Starvsfólkapolitkkur er ikki [...] eftir einari løtu, sigur løgmansstjórin. Hon heldur, at úrslitið av fundinum var, at tey fingu tosað um nøkur mál, og at tað nú er upp til løgmáladeildina, saman við einum arbeiðsbólki, sum er tvey umboð
synir. Hvat elskar tú við Føroyum? Eg elski at ganga ein túr í Havnargøtum ein góðan summardag, tá fólk hugna sær og flippa út. Nógv fólk kenni eg og práti við. Onnur kenni eg ikki, men eg kann tó á onkran [...] flestu. Tá fái eg eina heita kenslu av at hoyra til her, og eg upplivi, at tað er lekkurt at búgva í Føroyum. Hvat hatar tú við Føroyum? Smáligheit. Snævurskygni. At vit ikki hava dirvi til at hugsa stórt [...] ráð til løgmann? At hann setur føroyskt mentanarlív ovast á breddan. Hvat er eitt gott lív? At liva her og nú. At liva í samljóði við síni nærmastu. At tora at liva sínar dreymar. At hava góð og kveikjandi
mær nokk, at tey taka í móti matinum og vísa takksemi, sigur hon. Hon greiðir frá, at tað er ymiskt, hvussu ofta hon koyrir mat út. Fær hon til dømis nógvar mjólkavørur, so koyrir hon út við tað sama, [...] stór, og hon býr langt frá høvuðsvegnum. Hóast hon brúkar nógva tíð til at lætta um hjá teimum, sum treingja, so fær hon ongan fíggjarligan vinning ella hjálp sjálv. – Tað, sum eg fái burturúr, er at síggja [...] fíggjarliga. Hon veit ikki, um tað eru fleiri familjur í Havn, ið tørva hjálp enn aðrastaðni í landinum, men hon heldur tó, at tað eru fleiri, ið ikki tora at biðja um hjálp. –Fólk eru bangin fyri at koma fram
og eg fór sendandi gjøgnum luftina. Eg minnist, tá ið eg misti takið, men eg áni ikki, hvussu eg var komin heilt hagar, eg lá, tá ið avtornaði. Kortini minnist eg, tá ið eg lá har. Hann sigur, at eingin [...] – og eg segði ja. Sjálvur haldi eg ikki, at eg nakrantíð var uttan vit, men alt hendi bara so ógvuliga knappliga og óvæntað, at eg fekk ikki stundir at fylgja gongdini, fyrr enn eg var tikin við hvirluni [...] hetta vóru ikki so djúpar rivur. - Eg føldi beinanvegin, at vinstri kjálki bólgnaði upp. Vangin líka sum doyvdist, og eg hevði onga pínu at tosa um. Eg kann siga, at eg lítla og onga pínu hevði seinni heldur
upsa í Barentshavinum, sum nógvir føroyingar eru við til at fiska. Fyrimunurin við at hava slíka blástempling, umframt at stovnarnir verða varðveittir, er at betri prísur fæst fyri vøruna. Stórar avbjóðingar [...] kann vísa seg at vera alheims fíggjarkreppan, sum herjar. Fólk hava ikki ráð at keypa fisk, og fiskimenn um allan heim leggja stilt. Lítið man vera at ivast í, at fiskivinnan her á landi fer at uppliva stórar [...] Hendan kreppan kann hava við sær, at stórir partar av flotanum fara av knóranum. Hetta er tó hent fyrr. Avbjóðingin er at koma sterkari út aftur í hinum endanum. Fer eftir grunni við gapandi munni, veitir
undanførslu, at tað er ikki teirra málsøki, og at teir nokk skulu taka sær væl av teirra málsøkjum. Hvat hugsar maðurin, tá hann kemur við slíkari undanførslu? Eitt einmælt løgting tók undir við at hækka p [...] Hendan hækking skuldi geva uml. 2.200,- kr. um mánaðin, harav ein partur skuldi skattast. Men nú kemur landsstýrismaðurin í heilsumálum við undanførslum um, at tað ikki letur seg gera tekniskt at hækka pensiónirnar [...] samgonguni, og eru tí við til at máa støðið undan fakfelagsrørsluni, har flatskatturin, sum teir flestu fakfelagslimir onki merkja til, verður brúktur sum vápn til at tvinga fakfelagslimirnir at góðtaka ein r
eydnaðist tað Føroyum at vinna 2-1 á Íslandi. Vit spurdu Lars, um hann eisini hesaferð ætlar sær eitt eins gott úrslit. - Heilt avgjørt. Eg hyggi soleiðis at fótbólti, at ein altíð skal royna at vinna dystin, [...] - Mær dámar ikki at tosa um leikararnar, sum eg ikki havi tikið út. Lat meg bara siga, at René Tórgarð hevur spælt væl aftur í ár og eisini var við í La Manga. Fyrst og fremst vil eg gjarna síggja Gunnar [...] august, hevur valt at blanda kortini væl og kallar hópin hjá sær fyri eina góða blanding. - Hetta er ein blandingur, og tað skal tað vera. Eg havi blandað royndirnar og eisini hugt at hvørjir møguleikar
skrivað álit um, hvussu viðurskiftini viðvíkjandi løn og eftirløn – og skattafríum – ágóðum eiga at skipast. Hesaferð kom málið upp, eftir at Sosialurin við fleiri dømum hevði víst á, [...] gullrandað, at hon svarar til eitt eftirlønargjald upp á fleiri hundrað prosent. Í pengum svarar tað til, at Palliba skuldi goldið væl oman fyri 100.000 krónur um mánaðin fyri at fingið tað [...] politikarar liva sum greivar við skattafríum ískoytum, sum eru nógv størri, enn lønirnar hjá arbeiðsfólki. Tað endaði við, at Rigmor Dam legði uppskot fyri tingið um at taka av skattafríu ágóðarnar
vit ikki í býráðnum. Tí varð roynt at koma til sættis um, hvat kommunan í roynd og veru vildi við húsinum. Nakað leingi varð tøvt í eini hugmynd um, at húsið skuldi tæna nógvum ymiskum endamálum. Góð ráð [...] sum ein bogi á at líta. Skuldi skil fáast á, mátti húsið spennast uppaftur. Tað var gjørt við sterkum donkraftum samstundis sum gólvið varð tryggjað. Nú lá fyri at gera nakrar royndir við Reinsarínum sum [...] hevði felagið aftur biðið um fund við umboð fyri mentamálanevndina. Rógvi á Rógvu hevði við sær eitt uppskot frá Mentón um at lata upp millum niðastu og næstniðastu hædd at sleppa burtur úr tveimum trongum
seg. ? Eg havi verið fyrr uttanlands og vant, og tað havi eg fingið nógv burtur úr, tí haldi eg hetta er eitt sera gott tiltak. Tað er trupult at bróta ígjøgnum úr Føroyum, og tí skal man út at vísa seg [...] spælararnar um at taka av fyrsta tilboðnum. ? Onkuntíð koma feløg við hálvhjartaðum tilboðum, og tað er týdningarmikið ikki at taka av teimum. Um evnini eru góð, so skulu røttu tilboðini nokk koma, sigur hann [...] slíkum, og tí kann tað koma føroyskum fótbólti til góðar, at hesir spælarar sleppa at royna seg uttanlands. Jákup í Stórustovu sigur, at føroysku feløgini hava verið sera positiv mótvegis hesi ætlan, og