Seinastu metingarnar um skattainntøkur fyri 2004 eru 200 milliónir lægri enn, tá fíggjarlógin var løgd fram. Hetta merkir undirskot, óansæð um spariuppskotini hjá Karsten Hansen vórðu samtykt ella ikki. Hesar metingar hava eftir øllum at døma verið kendar millum flokkarnar á tingi, men okkum lysti at frætt, hví Tjóðveldisflokkurin, ið legði so stóran dent á tann sterka búskapin í valstríðnum, einki segði við veljaran um hesa minking uppá 200 milliónir í mettum skattainntøkum. Er slíkur atburður tað, ið Høgni Hoydal vil síggja frá fjølmiðlunum?
Eins og 80?ini høvdu avleiðingar nógv ár fram, og eins og krepputiltøkini undir m.a. Maritu Petersen sálu tryggjaðu framgongd nógv ár fram, so koma avleiðingarnar av slappu stýringini seinastu árini at merkjast nógv ár fram.
Tað er ein grov undirmetan av veljarnum, at fyrigykla honum, at kreppur verða skaptar uppá fáar vikur. Kreppur eru í stoypiskeiini í áravís, og nógvir faktorar bæði innanlands og ikki minst uttanlands geva sítt íkast. Hví man Høgni Hoydal verða so grammur at avnokta krepputeknini, ið standa sólarklár? Kann tað veruliga hugsast, at hann vil pástanda, at kreppur verða skaptar uppá fáar vikur fyri at kunna vaska hendur og geva øllum hinum skyldina, tá núverandi kreppa, ið longu er veruleiki úti um landið, fer at merkjast í kioskum, radiobúðum og hárfríðkanarstovum í Havnini?
Tað sigur nógv um, hvussu formaður Tjóðveldisfloksins kundi hugsar sær fjølmiðlar, tá hann kallar fjølmiðlar ábyrgdarleysar, tí teir leggja merki til, at inntøkur landskassans fyri 2004 verða mettar 200 milliónir lægri enn í fíggjarlógaruppskotinum. Tað skuldi bara manglað!
Í 1988 vóru krepputekin, og vit høvdu ein tjóðveldisfíggjarmálaráðharra, ið sambært sær sjálvum lat ein landskassa á tremur frá sær. Í 2004 hava vit aftur krepputekin og ein tjoðveldisfíggjarmálaráðharra, ið sambært sær sjálvum hevur latið ein landskassa á tremur frá sær. Vónandi kemur søgan ikki heilt at endurtaka seg, men tá formaður Tjóðveldisfloksins roynir at peika á onnur ? ja sjálvt fjølmiðlar ? fyri at geva teimum skyldina av, at kreppa hómast, so sær ikki bjart út fyri framman. Vónandi fáa vit eina sterka og handlikraftiga samgongu, ið kann skalka sum frægast, áðrenn búskaparligu brotasjógvarnir raka.
Sosialurin