Á leið 30 familjur fáa mat gjøgnum bólk á Facebook

Tær flestu familjurnar, sum treingja eru í Havn

– Tað, sum eg fái burturúr, er at síggja, hvussu glað tey verða, sum fáa matin. Tað gevur mær nokk, at tey taka í móti matinum og vísa takksemi, sigur Arnhild Maria Poulsen, sum stovnaði bólkin "Mat til barnafamiljur" á Facebook við tí endamáli at hjálpa familjum, sum ikki eiga nokk av peningi til mat.

 

Les eisini: Arnhild koyrir mat út til barnafamiljur

 

 

Hon greiðir frá, at hon ikki ordiliga veit, hvussu nógva tíð tað tekur hjá henni at savna matin saman, flokka hann, býta hann upp, koyra hann út og samskifta við familjurnar, ið fáa matin. Hon metir tó, at tað í miðal tekur á leið fýra tímar um dagin, fjarstøðan er so stór, og hon býr langt frá høvuðsvegnum. Hóast hon brúkar nógva tíð til at lætta um hjá teimum, sum treingja, so fær hon ongan fíggjarligan vinning ella hjálp sjálv.

 

 

– Tað, sum eg fái burturúr, er at síggja, hvussu glað tey verða, sum fáa matin. Tað gevur mær nokk, at tey taka í móti matinum og vísa takksemi, sigur hon.

 


Hon greiðir frá, at tað er ymiskt, hvussu ofta hon koyrir mat út. Fær hon til dømis nógvar mjólkavørur, so koyrir hon út við tað sama, men er meiri kjøt og annað, sum kann frystast, so savnar hon saman, til tað er nóg mikið til øll. Hon veit heldur ikki, hvat verður at fáa hvørja ferð.

 

 

–Ta einu vikuna var onki breyð. Tá fór eg til ein bakara og keypti seyðabreyð, so tað pakkaði eg niður og frysti tað. Vanliga fáa familjurnar eini trý rugbreyð og trý ella fýra fransbreyð, viðskera, frikadellur, fleskasteikir og annað, sigur hon.

 

 

Er okkurt farið út um evstamark, so sigur hon familjunum frá, og biður tær lukta til og hyggja at matinum, áðrenn hann verður etin. Er maturin spiltur, so verður hann burturbeindur.

 

 

Arnhild Maria Poulsen og vinkona hennara Frida Meinertsdóttir Reyná koyra mat út til familjur í Eysturoynni og í Havn. Tað eru millum 20 og 25 familjur í Havnini, ið fáa hjálp, og millum fimm og sjey familjur í Eysturoynni. Tær flestu familjurnar hava vent sær til hennara um hjálp gjøgnum Facebook bólkin, og fólk spyrja javnan, um tey kunnu søkja um mat, ella um nakar matur er eftir, og hon hevur eisini fingið at vita um onkrar treingjandi familjur á annan hátt.

 

 

–Tey flestu siga mær, at tað er so lítið av peningi eftir til mat, tá allar rokningarnar eru goldnar, sigur hon.

 

 

 Hon hevur eisini upplivað, at fólk hava verið í bólkinum, men eru síðani farin úr aftur, tí støða teirra er broytt, og tey verða betri fyri fíggjarliga.

 

Hon veit ikki, um tað eru fleiri familjur í Havn, ið tørva hjálp enn aðrastaðni í landinum, men hon heldur tó, at tað eru fleiri, ið ikki tora at biðja um hjálp.

 

 

­–Fólk eru bangin fyri at koma fram, og tey skammast, at tey ikki eru væl fyri fíggjarliga. Eg kenni sjálv hasa skommina frá egnum royndum, sigur hon.

 

 

–Tað er ikki skomm at biðja um hjálp, staðfestir hon tó.

 

 

–Vit vita, at Føroyar er eitt ríkt land, og vit halda, at øll hava tað gott, men tað er bara ikki so. Hetta er eitt gott og trygt land, men øll hava tað ikki gott her, sigur hon.