Eitt umfatandi rættarmál byrjaði mánadagin móti einum saudiarabiskum manni, sum er skuldsettur fyri álop á ein jólamarknað í týska býnum Magdeburg í 2024.
Hetta vísa myndir úr málinum.
Maðurin, sum í týskum miðlum er eyðmerktur sum "Taleb A.", er skuldsettur fyri seks morð og 338 morðroyndir í málinum.
Sambært AFP varð hann handtikin við síðuna av illa farna bilinum, sum varð brúktur í álopinum.
Hetta er ein tað størsta rættarmálið í týskari eftirkrígssøgu.
Rættarmálið fer fram í einum fyribilsbygningi, sum hevur kostað fleiri milliónir evrur. Hetta kemst av stóra talinum av vitnum og teimum meira enn 150 samkærarunum, skrivar Tagesschau.
Ákæruvaldið sigur, at saudiarabiski maðurin, sum var 50 ára gamal, tá álopið varð framt, varð motiveraður av "ónøgd og frustratión".
Tey siga, at hann hevði sum endamál at "drepa so nógv fólk sum gjørligt" í álopinum, sum fór fram 20. desember 2024.
##med2##
Ein leigaður BMW koyrdi inn í eina fjøld og drap ein níggju ára gamlan drong og fimm kvinnur í aldrinum millum 45 og 75 ár.
/Ritzau/











