Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, sum í morgun almannakunngjørdi listan av teimum 19 leikarunum, sum skulu spæla venjingardyst ímóti Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík mikukvøldið 15. august, hevur valt at blanda kortini væl og kallar hópin hjá sær fyri eina góða blanding.
- Hetta er ein blandingur, og tað skal tað vera. Eg havi blandað royndirnar og eisini hugt at hvørjir møguleikar eru fyri framtíðina, sigur Lars Olsen, sum longu á venjingarleguni á La Manga fyrr í ár fekk eina góða fatan av hvussu hópurin skuldi síggja út.
- Eg sá, at tað sá gott út í verjupartinum, men samstundis at tað er ein avbjóðing, tá ið vit sjálvir hava bóltin, sigur hann.
Sjálvur hevur Lars Olsen sæð umleið 25 dystir í Effodeildini í ár, og talið er nakað tað sama tá ið tað umræður dystir hjá føroysku leikarunum uttanlands.
- Í nógvum dystum havi eg verið væl nøgdur, men í summum dystum ikki eins væl. Tað kann ikki altíð bara vera gott, men samanumtikið eri eg væl nøgdur við avrikini og havi úttikið hópin eftir bestu sannføring og valt leikarar, sum passa til mín hátt at spæla fótbólt upp á, sigur Lars.
Eingin René, eingin Atli
Ein av føstu monnunum á føroyska landsliðnum seinastu dystirnar, miðverjin Atli Gregersen, er ikki ímillum teir útvaldu hesaferð.
- Atla havi eg kent væl í nógv ár frá tíðini í Randers, har eg var venjari og hann eisini spældi. Hann hevur tíverri fingið eitt longri leikbann og hevur tí ikki spælt so nógv. Tað er ein av orsøkunum til, at eg ikki havi valt hann, sigur Lars, men vísir á, at liðið væl kann broytast ímillum dystin ímóti Íslandi og so HM-undankappingardystirnar í heyst.
René Tórgarð. Ársins málverji, vísti stórspæl í 0-1-tapinum ímóti Italia í fjør og hevur latið fæst mál inn í Effodeildini í ár. Hví hevur tú heldur valt ein, sum hevur latið triðflest mál inn (Kristian Joensen, NSÍ) og ein smáskaddan 41 ára gamlan málverja (Jákup Mikkelsen, ÍF)?
- Mær dámar ikki at tosa um leikararnar, sum eg ikki havi tikið út. Lat meg bara siga, at René Tórgarð hevur spælt væl aftur í ár og eisini var við í La Manga. Fyrst og fremst vil eg gjarna síggja Gunnar Nielsen, sum er við at verða klárur, og kanska er størsta talentið, ið Føroyar eiga. Kristian Joensen gjørdi tað framúr í La Manga. Hann er ungur, hann er framtíðin og hevur góða stødd. Hann spælir á einum øðrum liði enn René Tórgarð, men hann hevur gjørt tað gott í dystunum, sum eg havi sæð - eisini á U21-landsliðnum. Jákup Mikkelsen hevur drúgvar royndir og í La Manga sást tað als ikki, at hann er 41 ára gamal, sigur Lars Olsen um at hava vrakað ársins málverja.
Vil hava ein sigur
Í einum venjingardysti í Íslandi fyri trimum árum síðani eydnaðist tað Føroyum at vinna 2-1 á Íslandi. Vit spurdu Lars, um hann eisini hesaferð ætlar sær eitt eins gott úrslit.
- Heilt avgjørt. Eg hyggi soleiðis at fótbólti, at ein altíð skal royna at vinna dystin, sum ein spælir. Soleiðis skal tað eisini vera við føroyska landsliðnum. Men vit mugu hugsa um, at hetta íslendska landsliðið er væl sterkari enn til tann dystin. Teir hava kallað allar teir stinnastu íslendsku leikararnar í útlondum heim, sigur Lars, sum ætlar at taka HM-undankappingardystirnar stig fyri stig.
- Vit skulu ikki dúva upp á til dømis átta stig. Vit skulu hugsavna okkum um at gera tað gott, gerast betri sum kappingin líður og dúva upp á at taka onkran á bóli. Tað er tann vegin, vit skulu fara, sigur landsliðsvenjarin at enda.











