Orð: Vilmund Jacobsen
Myndir: Berghild Kallsberg
vilmund@sosialurin.fo
Hósdagin 31. januar var av allar ringasta veðri og skaðavindur um meginpartin av landinum. Ættin var landnyrðingur, sum út á seinnapartin og kvøldið hækkaði upp í ein landnyrðing norðan. Tað var kolandi stormur, og vegirnir gjørdust kraputir nógvastaðni. Almenna ferðslan helt uppat at koyra, og á nógvum arbeiðsplássum fóru fólk tíðliga til húsar. Tað vóru eisini tey, sum noyddust at hanga eftir á arbeiðsplássunum nakað út á seinnapartin, og av hesum mundu mong hava ein óbehagiligan túr heim til húsa.
Í illveðrinum hendu nógvir materiellir skaðar kring landið – ikki minst í Skálavík, har flestu bátar í bygdini fórust og í Gøtu, har stormurin eisini gjørdi feigdina um seg. Í Noyðoyggjum hendu eisini skaðar á hús, bygningar og bátar, og eitt nú misti kappróðrarfelagið í Sundunum onkrar av sínum bátum, tá ið brimið breyt seg niðan gjøgnum neystini.
Vit vildu ynskt, at vit nú kundu sagt, at hóast veðrið leikaði í og gjørdi feigdina um seg kring um landið, hendi eingin mansskaði.
Myndirnar, sum vit prenta saman við hesi greinini, vísa tó, at mannskaði hendi – um enn tað kundi verið uppaftur verri, um verri vildi til.
Hjálptu til úti
Mong vóru tey, sum kring um landið veittu hjálpandi hond, tá ið tekjur byrjaðu at ríva, vindeygu brotnaðu, og hurðar ikki kláraðu at standa ímóti nógva storminum.
Á Viðareiði var eisini kolandi stormur hendan dagin, og bygdin slapp ikki óskalað.
Anfinn Kallsberg, sum vit øll kenna úr politiska lívinum – og ikki minst sum ein siðiligan og sáttligan løgmann, var millum teirra, sum hendan dagin veittu hjálpandi hond í bygdini, tá ið harðast leikaði á.
- Hann var landnyrðingur norðan og kanska norðan í ættini, tá ið vindurin var mestur. Her var kolandi stormur alla dagin – ja faktiskt himmalsins ódn, sum hann tekur til.
Anfinn sigur, at stormurin hevði gjørt um seg fleiri staðni á Viðareiði og eitt nú fyrsti skúlin í bygdini, sum hevur verið fyri hóttafalli, fór av grundini.
- Klokkan var um 18.30 hetta hóskvøldið, tá ið vit vóru í holt við at byrgja uppfyri, at størri skaði stóðst á tey bæði stóru fjósini eystanfyri bygdina. Onkrar plátur vóru farnar á takinum, og vit royndu at breiða útyvir. Eisini stóð nógv á hurðunum.
Anfinn skaddur
Hann sigur, at teir vóru fleiri mans til verka í bygdini hetta kvøldið.
- Hvirlurnar vóru títtar og harðar við onkrum lítlum skáa ímillum tær. So kemur hendan eina og ógvuliga harða hvirlan oman av. Vit kendu á okkum, at hon kundi gera um seg, og tí hildu vit okkum fast í ein lastbil, sum stóð har. Onkur misti ella slepti takinum og legði seg niður. Tá ið hvirlan er komin oman til okkara, vendir hon og kemur líka sum øvutan veg niðan yvir okkum aftur.
Og Anfinn heldur fram:
- Hendan hvirlan skræddi meg leysan, og eg fór sendandi gjøgnum luftina. Eg minnist, tá ið eg misti takið, men eg áni ikki, hvussu eg var komin heilt hagar, eg lá, tá ið avtornaði. Kortini minnist eg, tá ið eg lá har.
Hann sigur, at eingin tíð var til umhugsunar, tí alt hendi upp á sekundir.
- Eg kann ikki siga, at eg hugsaði nakað serligt, tí alt gekk ógvuliga skjótt fyri seg. Tað var kjálkabeinið undir høgra eyga, sum tók niður í hart grót-og betongtilfar, men eg haldi ikki, at stoyturin var heilt frontalur. Kjálkin stoytti niður á og líka sum streyk eitt lítið sindur framvið.
Meðan Anfinn lá við vegkantin, hugsaði hann, at ”nú er okkurt – og nú er ikki væl vorðið”.
- Menninir vóru ógvuliga skjótir yvir til mín og fingu meg uppaftur á føtur. Eg minnist, at teir spurdu, um eg hevði fingið skaða – og eg segði ja. Sjálvur haldi eg ikki, at eg nakrantíð var uttan vit, men alt hendi bara so ógvuliga knappliga og óvæntað, at eg fekk ikki stundir at fylgja gongdini, fyrr enn eg var tikin við hvirluni, og skaðin var hendur.
Vegurin stongdur
Anfinn bløddi nakað úr nøs og munni, og onkur riva var komin í sjálvan kjálkan, men hetta vóru ikki so djúpar rivur.
- Eg føldi beinanvegin, at vinstri kjálki bólgnaði upp. Vangin líka sum doyvdist, og eg hevði onga pínu at tosa um. Eg kann siga, at eg lítla og onga pínu hevði seinni heldur.
Anfinn og Berghild eiga tríggjar synir, og tað var Kári, sum koyrdi hann til hús hetta kvøldið.
- Konan og allir tríggir synirnir vóru heima hjá okkum beinanvegin. Ein sjúkrasystir og svigarinda, sum býr her í bygdini, var í fyrstani í iva um, hvørt eg hevði fingið heilaskjálvta. Hinvegin fekk eg vikað kjálkabein og munn, og hon sá, at her var ikki brot.
Veðrið var so ringt hetta kvøldið, at vegurin millum Viðareiði og Klaksvík var stongdur. Tí bar ikki til hjá Anfinni at sleppa á skaðastovuna í Klaksvík til kanningar.
- Eg hevði tað hampiligt eftir umstøðunum, men kortini var eg so mikið illa fyri eftir viðferðina, at eg hevði í hvussu er ikki farið útaftur hetta kvøldið.
Einki brot
Fríggjamorgun, sum hendingin fór fram hóskvøldið, fór Anfinn á sjúkrahúsið í Klaksvík, men har varð staðfest, at einki brot var nakrastaðni.
- Eg hevði brotið okkurt pettið úr tveimum tonnum, og eg føldi eisini tenninar ógvuliga eymar og kanska trýstar eitt sindur inn. Týsdagin í vikuni eftir var eg hjá tannlækna, og her vísti tað seg, at tríggjar tenn vóru loysnaðar í høgru síðu í yvirmunninum. Hesar eru nú undir eftirliti av tannlæknanum.
Anfinn sigur, at serliga høgra síða av andlitinum hovnaði ógvuliga skjótt og nógv eftir stoytin.
- Ja, eg vil siga, at andlitið var sum eitt stórt egg at føla uppeftir. Eg hovnaði uppundir høgra eyga, sum at enda var heilt afturlatið, tvørtur um nøsina og yvir í vinstra eyga – og munnurin hekk skeivur. Tá ið ringast var, var høgra eyga hovið, blátt og afturlatið, og vinstra eygað var eisini blánað. Andlitið blánaði heilt niður í barkakílan høgrumegin. Eg haldi, at blóðsamlingarnar fordeildu seg væl kring um andlitið, leggur hann aftrat.
Men líka so skjótt, sum andlitið hovnaði, fall tað eisini niðuraftur.
- Eg haldi, at hetta rættaði seg lutfalsliga skjótt aftur, og teir næstu dagarnar sást dagamunur, sum hann tekur til. Skjótt fekk eg høgra eygað uppaftur, eins og munnurin kom upp á pláss aftur.
Feyk langt
Anfinn sigur, at hann hevur verið á staðnum aftur, har skaðin hendi hetta herviliga illveðurskvøld.
- Eg síggi, at eg eri fokin meira enn 10 metrar gjøgnum luftina. Um beinini komu niður á í hesi viðferðini ella ikki, dugi eg ikki at siga, men eg hevði í hvussu er einki sum helst stýr á kroppinum hesa løtu. Ei heldur fekk eg tikið fyri meg, sum eg fór sendandi.
Hann sigur, at hvirlan, sum tók hann hetta kvøldið, hevði eina øgiliga megi og undarliga atferð.
- Vit plaga at siga, at landnyrðingurin líka sum fer uppfyri bakkan eysturi í Bergi, vit rópa, men tað gjørdi hann ikki á sama hátt hetta kvøldið. Hvirlurnar kastaðu sær líka sum í allar ættir og hendan, sum tók meg, vendi líka sum aftur við somu øði.
Hetta kvøldið, sum hendingin fór fram, tørnaði Anfinn inn um 22-30-tíðina, og tað var bevíst, sum hann tekur til.
- Vit hildu ikki, at eg hevði nakrar innaru bløðingar, men ein ávísur ivi var sum nevnt um heilaskjálvta. Tí varð hildið vera rættast ikki at fara til songar ov stutt eftir skaðan fyri at síggja, hvussu hetta nú tók seg upp.
Leygardagin, sum illveðrið herjaði hósdagin, var fyrsti tingfundur eftir løgtingsvalið, og tá boðaði Anfinn í brævi tinginum frá, at hann ikki kundi møta vegna skaða.
- Eg kundi sikkurt farið til Havnar hendan dagin, men eg valdi ikki at fara, tí eg var simpulthen ókenniligur. Fólk høvdu øtast, leggur hann aftrat.
Størri virðing
Anfinn sigur, at hann hevur altíð havt stóra virðing fyri veðri og vindi, og henda virðing er ikki vorðin minni eftir hesa hending.
- Eg havi ongantíð upplivað slíkt áður – ella nakað, sum líkist hesum, og hetta skal upplivast fyri at trúgva, at tað er satt. Hevði onkur fortalt mær, at slíkt kundi henda, hevði eg næstan sagt, at tað var kolasvørt lygn. Men eg havi fingið annað at síggja, sigur Anfinn Kallsberg, sum tíbetur ikki hevur fingið varandi mein av hendingini.