Fer eftir grunni við gapandi munni -burðardyggur fiskiskapur

Tá ið forfedrar okkara seinast í átjan hundrað talinum sóu bretsk skip trola á teimum grunnum, sum teir høvdu troytt í øldir við ongul og stein, hildu teir at hettar var endin á fiskinum við Føroyar. Tað vardi tó ikki leingi so byrjaðu føroyingar sjálvir at taka hendan nýggja reiðskapin til sín, og í dag er trolið tann reiðskapurin, sum dregur tað størstu nøgdina av fiski uppá land. Í dag eru bæði húkurin og trolið sera effektivir reiðskapir, men ansast má eftur.


Fyrstu trolararoyndirnar hjá okkum

Summir føroyingar sigldu hesi fyrstu árini við bretum og lærdu har at brúka hendan veiðuháttin. Teir, sum hetta gjørdu, vóru ikki væl dámdir, vórðu nærmast roknaðir sum svíkjarar. Men hetta kom væl við seinni, tá ið føroyingar fóru at fáa sær trolarar. Tann fyrsti trolarin sum føroyingar áttu var keyptur í 1905. Hann æt Lord Alfred Paget og Ólavur á Heygum í Vestmanna átti hann. Hendan fyrsta trolararoynd føroyinga gekk ikki væl. Skipið var tveir túrar, fekk maskinskaða, fór niður til umvælingar og kom ikki aftur. Síðani vórðu fleiri royndir gjørdar, men illa gekst í hond. Trolararoyndirnar eyðnaðust ikki fyrr enn í 1920unum, men seint gekk, til dømis kom tann fyrsti trolarin ikki til Klaksvíkar fyrr enn í 1933. Um hetta mundið var meginparturin av fiskiflotanum gamlar sluppir og skonnartir. Eftir seinna veraldarbardaga fóru føroyingar at keypa trolarar úr Bretlandi, og nú tók hesin fisiskapur seg veruliga upp.


Trol, reiðskapur í brotasjógvi

Í dag er troling ein tann mest útskeldaði veiðihátturin í øllum heiminum. Summi halda at botntrol skal bannast fullkomiliga. Hetta er ikki uttan grund. Eitt trol hevur sum ein og hvør reiðskapur eina ávirkan á umhvørvið sum tað verður brúkt í. Serliga er tað botnumhvørvið sum verður ávirkað, og tí eru í dag trý koralløki beinleiðis friðað fyri troling undir Føroyum. Eitt trol kann eisini taka nógv onnur fiskasløg og støddir enn tey, sum ætlanin var at fara eftir. Tí eru tað í dag reglur fyri hvat meskastøddin skal vera í posanum og annars í trolinum. Í summum førum er tað eisini eitt krav at brúka skiljirist til at skilja óynsktan fisk úr trolinum. Afturat hesum er troling ein fiskiháttur sum er sera orkukrevjandi. Hendan orkunýtslan førur so aftur við sær, at CO2 útlátið er lutfalsliga høgt hjá trolarum. Í Føroyum er CO2 útlátið frá fiskivinnuni uml. ein triðingur av tí samlaða útlátinum.


Óttin hjá teimum gomlu og nútíðin

Fiskurin á grunnunum varð ikki sópaður upp, sum øllum kunnugt. Føroyingar hava tikið trolið til sín samstundis sum veiðan við húki hevur ment seg frá ongul og steini, til at vera tann veiðuhátturin sum gevur størst virði uppá seg, sum Mynd 2 vísir. Óttin hjá teimum gomlu um, at fiskurin skuldi verða burtur av grunnunum, var tó ikki heilt ógrundaður. Nú meira enn 100 ár eftur at tann fyrsti trolarin kastaði undir Føroyum er toskastovnurin so lítil sum hann ongantíð hevur verið. Orsøkinar til hetta kunna vera nógvar, men eitt liggur fast og tað er at royndin tey seinnu árini hevur verið størri enn nakrantíð.


Landgrunnurin ber ikki meira enn eina ávísa nøgd av fiski

Regluligar stovnsmetingar av fiskastovnunum undir Føroyum hava verið gjørdar síðani 1961. Hesar kanningar hava verið gjørdar fyri at kanna lívfrøðina hjá fiskinum og fyri at gera eina meting um hvussu stórir stovnarnir eru. Veiðan eftur toski hesi árini hevur verið skiftandi og ongantíð so lág sum árini 1990-1994. Útrokningar av miðalveiðuni hesi árini hava víst, at landgrunnurin ikki ber meira enn eina ávísa nøgd av týdningarmiklum fiskasløgum sum toski, hýsu og upsa. Miðalveiðan á landgrunninum hevur fyri hesi fiskasløg verið ávíkavist 24, 17 og 36 túsund tons. Tað er lítið, sum bendir á at nógv meira enn hesar nøgdir kunna veiðast í longdini við meira roynd. Tì er neyðugt at stýra royndini, so at hon ikki kemur uppum eitt vist.

Lógin um vinnuligan fiskiskap stýrir fiskiveiðuni í føroyskum øki. Hon varð sett í gildi í 1994 og kom sum eitt svar uppá tey krøv, sum vórðu sett Føroyum uttanífrá undir kreppuni í nìtiárunum. Upprunaliga vóru kvotur nýttar til at avmarka veiðuna. Men av tí at kvotuskipanin ikki riggaði so eru fiskidagar komnir í staðin. Fiskidagarnir verða ásettir á hvørjum ári áðrenn fiskiárið byrjar og tað hevur mangan elvt til mikið rumbul. Seinast fiskidagar vóru ásettir var í 2008. Tá varð ætlanin at skerja dagarnar til summar bólkar við 50 %, men hetta bleiv ikki samtykt av tinginum.


Spyr fyrst, skjót aftaná

Føroyar fingu atlimaskap í FAO (Food and Agricultural Organization) í 2008. Hetta er ein felagskapur undur ST. Hesin felagskapur gav í 1995 út tað sonevndu FAO code of conduct for responsible fisheries (atburður viðvíkjandi ábyrgdarfullum fiskiskapi). Her verður fyrivarnisreglan brúkt sum eitt amboð til at staðfesta hvat ábyrgdarfullur fiskiskapur er.

Grundtankin við hesi reglu er, at ivin skal koma umhvørvinum til góðar. Har ið vísindaligur ivi er um, hvat ávirkanin á umhvørvið er, skal fyrivarni ráða. Hetta fyrivarnið merkjur t.d. at minni skal fiskast av einum stovni um ivi er um støddina á honum. Hendan reglan er grundarlagið undur hugtakinum burðardygg veiða. Reglan kann eisini sigast soleiðis: “Spyr(kannað) fyrst, skjót (fiska) aftaná”.

Í dag hoyra vit nógv um burðardygd. Tað eru fleiri lýsingar av hugtakinum, men sum heild kan sigast at tilráðingarnar hjá vísindini skulu fylgjast fyri at ein fiskiskapur kann fáa heitið burðardyggur. Grundhugsanin aftanfyri hugtakið er, at einhvør náttúruskipan skal varðveitast soleiðis at tað eisini skal verða møguligt at gagnnýta tilfeingið í framtíðini.

Ein av fleiri felagskapum, sum veita brúkaranum trygd fyri, at vøran er framleidd á einum burðardyggum grundarlag, er MSC (Marine Stewardship Council). Eitt fiskarí, sum nýliga hevur fingið blástempul frá hesum felagsskapi er norski fiskiskapurin eftur upsa í Barentshavinum, sum nógvir føroyingar eru við til at fiska. Fyrimunurin við at hava slíka blástempling, umframt at stovnarnir verða varðveittir, er at betri prísur fæst fyri vøruna.


Stórar avbjóðingar fyri frammann

Alt hetta vistu forfedrar okkara av góðum grundum ikki, men teir sóu at hesir nýggju reiðskapir vóru so nógvar ferðir effektivari enn nakað, teir nakrantíð høvdu sæð. Í dag eru øll hesi vandamál ein stór avbjóðing hjá fiskivinnuni og harvið samfelagnum sum heild.

Men kanska tann stórsta avbjóðingin kann vísa seg at vera alheims fíggjarkreppan, sum herjar. Fólk hava ikki ráð at keypa fisk, og fiskimenn um allan heim leggja stilt. Lítið man vera at ivast í, at fiskivinnan her á landi fer at uppliva stórar broytingar í komandi tíðum. Hendan kreppan kann hava við sær, at stórir partar av flotanum fara av knóranum. Hetta er tó hent fyrr. Avbjóðingin er at koma sterkari út aftur í hinum endanum.

Fer eftir grunni við gapandi munni, veitir øllum føði uttan sær sjálvum. Hetta var ein gáta, eg lærdi sum barn. Tá var svarið: húkurin, men í dag kann tað líka so væl vera trolið. Hendan gátan hevur helst uppruna í tí tíðini, tá ið húkurin var álitið og teir gomlu, sum á fyrsta sinni sóu trolararnar á grunnunum kendu, hana allarhelst. Ein onnur gáta sum kanska kemur at passa fyri Føroyskan fiskiskap í komandi tíðum er :”Burðardyggur, Umhvørvisvinarligur og Orkusparandi, hvat er tað”??.