Seinasta mikudag bjóðaði Marjun Hanusardóttir, løgmanstjóri, almennum stjórum og leiðarum, sum hava við fyrisiting at gera, á fund um starvsfólkapolitik.
Eini 70 fólk luttóku á fundinum, sum var á Hotel Føroyum.
Marjun Hanusardóttir sigur at fundurin, sum vardi allan dagin, var sera áhugaverdur, og at nógv viðurskifti komu fram, sum vísti, at fólk sýna arbeiðsviðurskiftum sínum stóran ans.
Ein part av degnum arbeiddu fólk í bólkum, men áðrenn hetta vóru tey spurd um, á hvørjum økjum tey vildu skipa starvsfólkapolitik. Hetta var gjørt fyri at vita, hvat tað var mest átrokandi at fara undir.
Síðani vóru tvey høvuðsøki til hvønn bólk at arbeiða víðari við um hvussu høvuðsreglurnar skuldu vera.
- Eg fekk rímiligt innlit í, hvørjar hugsanir fólk á stovnunum gjørdu sær um arbeiðsviðurskiftini, og hvat tey hildu vera mest umráðandi at fara undir. Her var ikki bert talan um teori, men um verulig mál, ið høvdu við starvsviðurskiftini hjá teimum ymsu deildunum at gera, sigur Marjun Hanusardóttir.
Hon heldur, at hetta skuldi verið eitt hóskandi støðið at bygt á, tá framtíðar starvsfólkapolitikkut skal orðast.
- Starvsfólkapolitkkur er ikki bert reglur og mannagongdir, men so sanniliga eisini ein spurningur um hugburð. Hetta er ein proses, sum ikki verður liðug eftir einari løtu, sigur løgmansstjórin.
Hon heldur, at úrslitið av fundinum var, at tey fingu tosað um nøkur mál, og at tað nú er upp til løgmáladeildina, saman við einum arbeiðsbólki, sum er tvey umboð fyri hvørt aðalstýri og eitt frá stovnunum, umframt umboð fyri lønardeildina og fíggjarmálastýrið, at arbeiða víðari við.
- Mín niðurtstøða er, at tørvur er á felags reglum. Hetta var startskotið, men eg vænti, at tað tekur eini tvey - trý ár, áðrenn almennu stovnarnar hava fingið starvsfólkapolitikk, sigur Marjun Hanusardóttir.










