Ikki stúra, far í gongd!

90 sekund við Biritu Mohr

Hvat er tað besta við at starvast sum sjónleikari?

Hvør einasta uppgáva er ein avbjóðing. Eg sleppi at fortelja góðar søgur, og allarbest er at spæla leikir, sum lata onkrar dyr upp, ella sum flyta mørk í hugaheiminum hjá móttakaranum.

At spæla fyri einum fullum sali av spentum áskoðarum, tað verið seg børn ella vaksin, er ein frálík kensla.


Hvat er tað ringasta?

At fáa eina uppgávu, sum eftir míni sannføring ikki hevur nakað uppá seg. Og tá eg haldi, at vit spæla ein góðan og hugvekjandi sjónleik, og salurin er hálvtómur og minni enn tað.


Hvør er tín fyrimynd?

Eg havi onga ávísa fyrimynd, men ígjøgnum mítt arbeiði eri eg saman við nógvum fólkum, ungum sum eldri, sum inspirera meg. Eg haldi, at føroyskar kvinnur eru inspirerandi, sterkar og flottar. Ein, sum skarar framúr í mínum hugaheimi, er undangongukvinnan Andrea Árting. Hon var einastandandi.


Hvat er Føroya mest inspirerandi menniskjað?

Maður mín og báðir mínir synir.


Hvat elskar tú við Føroyum?

Eg elski at ganga ein túr í Havnargøtum ein góðan summardag, tá fólk hugna sær og flippa út. Nógv fólk kenni eg og práti við. Onnur kenni eg ikki, men eg kann tó á onkran hátt plasera tey flestu. Tá fái eg eina heita kenslu av at hoyra til her, og eg upplivi, at tað er lekkurt at búgva í Føroyum.


Hvat hatar tú við Føroyum?

Smáligheit. Snævurskygni. At vit ikki hava dirvi til at hugsa stórt. Politiska orðaskiftið.


Um tú slapp at liva tey seinastu tjúgu árini umaftur, hvat hevði tú so gjørt øðrvísi?

Eg hevði fingið mær eini tvey børn afturat. Eg hevði fingið mær eina útbúgving afturat, sum hevði givið mær størri fíggjarligt frælsi, so eg hevði kunnað ferðast meira út í stóru verð.


Hvør er tín absolutt størsti brølari?

Í 1977 var ikki ivi í míni sál um, at tað fór at bera til at liva sum yrkissjónleikari.


Hvør er størsti brølarin, sum nakrantíð er gjørdur í Føroyum?

Aktuelli brølarin er Føroya Studentaskúli. Man trýr tað er lygn.


Hvat er títt besta ráð til løgmann?

At hann setur føroyskt mentanarlív ovast á breddan.


Hvat er eitt gott lív?

At liva her og nú. At liva í samljóði við síni nærmastu. At tora at liva sínar dreymar. At hava góð og kveikjandi fólk rundanum seg. At hava møguleika fyri at fara oman í svimjihylin, út í Yndi ella ein túr í hagan, og at tað í dag ber til at ganga barr av barr í Havnargøtum.


Hvør hending hevur havt størstan týdning fyri teg?

At fáa tveir praktfullar synir.


Hvat tíðarskeið í lívinum hevur verið tað besta?

Tað var ótrúliga spennandi og herligt at blíva mamma. Tað var ein avbjóðing, sum vildi nakað. Og man kom tá inn í eina heilt nýggja verð, bæði sum mamma og menniskja. Eisini vil eg nevna tíðarskeiðið frá 1977 til 79. Hetta var tá fyrsti yrkissjónleikarabólkurin Gríma varð stovnaður. Tað var ein ótrúliga spennandi tíð. Vit vóru fimm fólk, sum satsaðu alt fyri at bróta upp úr nýggjum á sjónleikaraøkinum í Føroyum. Vit spældu leikir okkara runt í Føroyum bæði fyri vaksnum og børnum, og móttøkan var einastandandi. Vit høvdu eisini ein spennandi dialog við áskoðararnar tá. Tað kitlar innan í mær, tá eg hugsi um tað.


Hvat hevur verið tað ringasta?

Tá vit varnaðust, at mamma mín spakuliga hvarv frá okkum mentalt. Mamma mín fekk staðfest alzheimer og livdi við sjúkuni í umleið 20 ár. Tað var ótrúliga pínufult fyri okkum øll.


Um tú var ósjónlig í eina viku, hvat hevði tú so gjørt?

Eg hevði farið niðan í tingið hvønn morgun, ruddað borðini og lagt eitt skjal til samtyktar um nýggjan Tjóðpall við eini tilhoyrandi játtan til rakstur, sum er einum Tjóðpalli verdug.


Hvør dreymur skal realiserast í nærmastu framtíð?

Eg ætli mær út at ferðast til várs, langa leið avstað. Hetta er ein gomul ætlan, men hesaferð skal hon realiserast.


Hvat hevur lívið lært teg?

At man skal trúgva uppá sínar dreymar og tora at føra teir út í lívið, sjálvt um man býr í Føroyum.


Hvar stendur tú átrúnaðarliga?

Eg eri kirkjufólk. Ikki serliga aktiv. Men eg eri ongantíð í iva um, at tað finst okkurt, sum er størri, enn vit eru før fyri at fata.


Hvat óttast tú?

Veðurlagsbroytingar og fundamentalismu, óansæð hvat hon umboðar.


Motto?

Ikki stúra, far í gongd! 

***

Birita Mohr er fødd í 1952. Stovnaði yrkissjónleikarabólkin Grímu í 1977 saman við øðrum. Útbúgvin sjónleikari frá sjónleikaraskúlanum í Reykjavík í 1984. Hevur starvast sum sjónleikari líka síðani.