Til samgonguna

Andreas Thomsen, Tórshavn
-----

Í samfull 4 ár ella meira hava bæði Mið- og Sjálvstýrisflokkurin rópt upp um skattalætta til tey ríku, sum næstseinasta samgonga framdi. Mær vitandi hava øll ting- og landsstýrisfólk innan hesar báðar flokkar, við opnum ørmum, fingið ágóða av hesum skattalætta.
Nú eru Mið- og Sjálvstýrisflokkurin partur av verandi samgongu, og tað fyrsta, teir gera, er at geva sær sjálvum – teimum ríku, sambært teimum sjálvum—ein skattalætta, so tað forslær.
Mið- og Sjálvstýrisflokkurin hava alla ábyrgdina av flatskattinum, sum gevur meira til tey á ovastu rókunum og minni til tey á niðastu rókunum. Mið- og Sjálvstýrisflokkurin eru partar av samgonguni, og eru tí við til at máa støðið undan fakfelagsrørsluni, har flatskatturin, sum teir flestu fakfelagslimir onki merkja til, verður brúktur sum vápn til at tvinga fakfelagslimirnir at góðtaka ein reallønarniðurskurð. Alt hetta meðan teirra egnu landsstýris- og løgtingslønir ikki skulu nertast.
Hví leggja Mið- og Sjálvstýrisflokkurin ikki uppskot fyri Løgtingið um at lækka ferðaendurgjaldið hjá landsstýrisfólkum og løgtingslimum til eitt hóskandi støði, sum líkist meira tí hjá tí vanliga borgaranum?
Hví leggja Mið- og Sjálvstýrisflokkurin ikki uppskot fyri Løgtingið um at broyta partafelagslógina, so at vit sleppa undan “skattafrádrátti” og “MVG-eftirstøðu”?
Fyri tíð síðani var TAKS dømt at gjalda 60 milliónir krónur aftur til nakrar partaeigarar av nøkrum partafeløgum, tí verandi lóg heimilaði ikki innkrevjingina hjá TAKS.
Hvussu ber tað til, at ein lóg kann gerast soleiðis, at partaeigarar av einum ella fleiri partafeløgum kunnu býta 100-tals milliónir sínamillum, uttan at landskassin fær eitt oyra í skatti av pengunum? Hvat heldur Løgmaður og formaður Sambandsfloksins um slíkt? Ella hvat heldur hann um tað, at verandi landsstýrismaður hjá Miðflokkinum ikki vildi seta sjúkrakassatryggingina í gildi frá 1/1-2012, sum annars var viðtikið í Løgtinginum, við tí grundgeving at skotbráðið var ov stutt til so umfatandi broytingar?
Hesin sami landsstýrismaður hevur, sum ongin annar, rópt upp um skattalætta til tey ríku, sum hann við egnum orðum kallaði ein “luksus trupulleika”. Nú er hann so, saman við restini av Miðflokkinum, partur av samgonguni, ið hevur givið størsta skattalætta til tey ríku nakrantíð; men nú vaskar hann hendur og brúkar sum undanførslu, at tað er ikki teirra málsøki, og at teir nokk skulu taka sær væl av teirra málsøkjum. Hvat hugsar maðurin, tá hann kemur við slíkari undanførslu?
Eitt einmælt løgting tók undir við at hækka pensiónirna hjá teimum pensionistum, ið verða ávirkaðir av inntøkuni hjá hjúnafelagnum. Hendan hækking skuldi geva uml. 2.200,- kr. um mánaðin, harav ein partur skuldi skattast. Men nú kemur landsstýrismaðurin í heilsumálum við undanførslum um, at tað ikki letur seg gera tekniskt at hækka pensiónirnar. Hetta samstundis sum broytingin av skattingini av pensiónum var bronglað ígjøgnum upp á tvær vikur, uttan at nøkur teknisk skipan kundi klára hesa broyting; og summar skipanir eru enn ikki til reiðar at handfara broytingina.
Hendan samgongan er merkt av manglandi vilja til nakað sum helst annað enn at tæna sær sjálvum og sínum. Vanligi borgarin verður skúgvaður til viks við lygnum, uttanumtosi og vánaligum undanførslum. Skammið tykkum, øll somul.
Eitt verður nevnt livibreyðspolitikkari; tit eru verri enn tað. Eg sigi bara sum Salamon prædikarin segði, “Tí at óreiðiligur vinningur ger vísmann til dára, og mutur spillir hjartað.”