Ungir føroyskir spælarar royna seg í europeiskum stórfeløgum

Fótbóltur: Ungir føroyskir spælarar sleppa at royna tilveruna sum yrkisspælarar í europeiskum stórfeløgum sum Liverpool, Rangers og Ajax

Ungir føroyskir spælarar sleppa nú at royna seg í stórfeløgum í Europa. Tá føroyska kappingini verður liðug fyrst í oktober mánaða, verða spælarar senda avstað til feløg kring um í Europa.

Talan er í løtuni um 11 spælarar, men tann 12. spælarin, sum fyribils hevur givið avboð, verður væntandi eisini sendur avstað.

Feløgini, sum hesir ungu garparnir skulu royna seg í, eru Liverpool, Glasgow Rangers, Ajax Amsterdam, PSV Eindhoven og Sogndal. Fýra tey fyrstu feløgini eru øll tiltikin feløg, sum fótbóltsfólk kring allan heim kenna, meðan norska felagið, sum spælir í 2. deild, neyvan man verða kent nógva aðrastaðni enn í Noregi og í Føroyum.

Men sambært Jákup í Stórustovu, sum hevur samskipað forvitnisligu ætlanina, er Sogndal, har Julian Johnsson og Kurt Mørkøre spæla, eitt sera væl skipað og professionelt felag.


Hava valt

ungar spælarar

Tað er Jákup í Stórustovu, sum í samstarvi við føroysku feløgini og tríggjar sponsorar, hevur tikið stig til at senda ungar føroyskar spælarar uttanlands at royna seg.

Jákup í Stórustovu hevur starvast hjá norska felagnum Nord-Player, men nú ætlar hann at gera sítt egna felag, sum skal selja spælarar. Fyrst í vikuni seldi hann Kurt Mørkøre til Sogndal.

? Spælararnir, sum vit nú fara at senda út, eru allir undir 21 ár, og tað er við vilja, tí tað er serliga í hesum aldrinum, at útlendsku feløgini eru áhugað fyri spælarum, sigur Jákup í Stórustovu.

? Harafturat høvdu hesir spælarar ivaleyst allir komið uppá tal til eitt U21 landslið, um FSF fór at spæla við einum slíkum, og tí kann tað koma føroyskum fótbólti til góðar, at hesir spælarar sleppa at royna seg uttanlands.

Jákup í Stórustovu sigur, at føroysku feløgini hava verið sera positiv mótvegis hesi ætlan, og tey hava øll sýnd stóra vælvild.


Stuðlar síggja møguleikar

Føroya Shell, Føroya Sparikassi og Tryggingarsamband Føroya stuðla ætlanini fíggjarliga, og tey síggja øll møguleikar í at senda føroyskar spælarar uttanlands.

? Vit vilja verða við til at menna føroyskan fótbólt, og hetta er ein góður møguleiki at fáa spælarar uttanlands, sigur Hákun Djurhuss, stjóri á Føroya Shell.

Og bæði í Føroya Sparikassa og Tryggingarsambandi Føroyar verður tikið undir við orðinum. Feløgini fegnast um, at talan er um eina miðvísa ætlan, sum fer at gagna føroyskum fótbólti.

Og spælararnir sjálvir gleða seg til avbjóðingina. Heðin á Lakjuni úr KÍ er ein teirra, sum skal royna seg.

? Eg havi verið fyrr uttanlands og vant, og tað havi eg fingið nógv burtur úr, tí haldi eg hetta er eitt sera gott tiltak. Tað er trupult at bróta ígjøgnum úr Føroyum, og tí skal man út at vísa seg, sigur hann.

? Men eg ætli mær ikki at taka av tí fyrsta tí besta tilboðnum. Tað skal verða rætta tilboðið, tí tað skal eitt sindur til at fáa meg úr KÍ.


Á krykkum

Hinir spælararnir, sum skulu avstað eru úr B36, HB, B68, GÍ og NSÍ, og burtur sæð frá Helga L. Petersen, sum hevur givið avboð fyribils, eru allir til reiðar at fara avstað. Helgi L. Petersen hevur júst fingið lærupláss á Tryggingarsambandi Føroya, so tað skuldi verið løgið, um hann ikki kundi fingið avtalu í lag við teir um at fáa frí eina viku.

Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ møtti til tíðindafundin, sum var í Müllers Pakkhús í gjár, stuðlaður av krykkum. Hann var óheppin í einum stevnudysti í Gøtu og breyt beinið, men hann verður klárur at spæla seinni í ár.

Feløgini, har spælararnir dagliga spæla, eru til reiðar at senda sínar spælarar avstað.

? Tað er bara gott fyri feløgini, um vit kunnu fáa nakrar spælarar sendar út. Teir sleppa at royna seg, og tað fær aðrar spælarar í gongd, sigur Gunnar Mohr úr HB.

Svend Jacobsen úr KÍ heldur, at um spælarar vilja blíva yrkisspælarar, so fer hansara felag ikki at seta seg ímóti.

Og nevndarlimurin í GÍ, Petur Holm, ávarar spælararnar um at taka av fyrsta tilboðnum.

? Onkuntíð koma feløg við hálvhjartaðum tilboðum, og tað er týdningarmikið ikki at taka av teimum. Um evnini eru góð, so skulu røttu tilboðini nokk koma, sigur hann.

Tað eru stór feløg, sum spælararnir skulu sendast til, men enn hava teir ikki fingið at vita, hvørji feløg, teir sleppa til.