longur havi møguleika at vera til arbeiðis, tykist tíðin um dagin at vera sera long. Tí havi eg leingi ynskt at sloppið inn á bókasavnið at hugna mær. Serliga gleði eg meg til at sleppa at lesa bløðini í l [...] inn á Býarbóksavnið eins og øll onnur at lesa bløð, tíðarrit og at læna bøkur. Jógvan Sofus Vágsheyg, ið hevur sitið í koyristóli í sjey ár, slapp sum tann fyrsti at royna nýggju lyftuna í morgun. Fyri sjey [...] Higartil hava øll, ið ikki megna at ganga upp trappurnar á bókasavninum, verið noydd til bíða niðri í túninum eftir bókum og øðrum, tey frammanundan hava verið noydd til at bílagt sær. Men í dag er nýggja
og lítið er at ivast í, at nógvir føroyingar fara at nærlesa blaðið at kanna eftir, hvørjar bøkur tey skulu ogna sær, tá ið bókaútsølan byrjar í morgin. At tilboðini eru góð, er einki at ivast í, og [...] greiddi Kári Árting frá Bókasøluni, ið stendur fyri at samskipa stóru bókaútsøluna, frá úrvalinum á útsøluni. Hann segði millum annað, at tað er merkisvert, at tað hesaferð eru ikki færri enn 42 skaldsøgur við [...] mong ár, har eingin skaldsøga kemur út á føroyskum, og tí er tað merkisvert, at so nógvar eru við á útsøluni hesaferð. Fyri at kunna verða við á bókaútsøluni skal ein bók verða í minsta lagi trý ár, og hon
minna lagi til at hava veruligar serhandlar. Tað verður helst framvegis so, at søla av køkum verður høvuðsvirksemið hjá okkum. Men fyri at tryggja eitt betri støðufesti, er eisini neyðugt, at virksemið verður [...] eisini at umfata aðrar aktivitetir. Hinvegin eru hesir aktivitetir ikki so langt frá tí, sum vit hava fingist við. Køksbúnyttir, pyntilutir, borð og stólar eru væl nakað, sum er náttúrligt at hyggja at, tá [...] eisini kemur at umfata sølu av køksbúnyttum, pyntilutum og mótatapeti. Ikki minst hetta seinasta tykist vera nakað, sum Hans Michael sjálvur er sera spentur uppá. Vit hava í øllum førum merkt, at hetta er
ivi um, at tað verður Dráttur, sum í ár sleppur at rópa seg føroyameistara í kvinnuflogbólti. Munurin frá Drátti og niður til hini liðini er longu nú somikið stórur, at tað nærum er óhugsandi, at leiðslan [...] fyri borð. Men tað merkir tó ikki, at talan er um keðiliga kapping. Dysturin um næstu sessirnar er knallharður, og eftir dystirnar um vikuskiftið stendur greitt, at tað fyrst og fremst eru TB og SÍ, sum [...] fingu tær kortini ikki við sær. Tey bæði fyrstu settini vann TB við minst møguligum muni. Og tó at ÍF megnaði at svara aftur, so fall TB ikki í fátt. Í hinum dystinum um vikuskiftið vann SÍ tryggan sigur í
andið ætlar ikki bara at seta krøv til feløgini um dómarar. Ætlanin er eisini, at FSF skal gera eitt meira uppsøkjandi arbeiði fyri at fáa fleiri dómarar virknar. FSF skal út at leita eftir dómarum. Tað [...] hevur altíð verið eitt krav til feløgini, at tey skulu syrgja fyri tilgongdini av dómarum, men nú seta vit eitt tal á hetta, so at feløgini hava eitt ítøkiligt krav at halda seg til, sigur Bjarki Mohr, formaður [...] Fótbóltssambandinum. Tað ber ikki altíð til at seta krøv, tá ið tað snýr seg um sjálvbodnan ítrótt, men vit halda, at kravið til feløgini er rímiligt, og vit verða noydd at gera nakað við støðuna, tí tað eru heilt
sjálvandi er tað keðiligt, at eg ikki fái verið partur av dystinum. Eg má bara vóna, at tað ikki fer at stilla liðið verri til dystin. Klára teir at vinna á Skála, so fer tað at síggja hampuliga gott út [...] Fótbóltur Teir hjá EB/Streymi noyðist eftir øllum at døma at vera Ronnie Samuelsen fyriuttan, tá teir komandi sunnudag skulu spæla útidyst móti Skála. Brúdleyp stendur nevnliga á skránni hjá víkamanninum [...] Ronni ikki staðfesta, at brúdleypið varð lagt øðrvísi, um hann hevði vitað av góðu støðuni, sum liðið nú er í. Vit løgdu ætlanirnar longu í januar mánaði. Og tað er ikki bara sum at siga tað, um høli skulu
Endamál við hesum vitjanum er at víðka kunnleikan um hugtakið verkætlanarleiðslu. Vónin er eisini at tílík tiltøk kunnu menna eitt kontaktnet millum limirnar, soleiðis at teir kunnu heysta av royndum hjá [...] Ætlanin er næstu árini at innføra hesa skipan í øllum heilsuverkinum. Tey, ið hava áhuga í at vera við á virkisvitjanin skulu boða frá á fvl@post.olivant.fo Tey, ið hava áhuga í at gerast limir í felagnum [...] mennast. Ætlanin er at hava fyrsta tiltakið áðrenn summarfrítíðina. Felagið er økisfelag undir danska felagnum Dansk Projektledelse (DPL), og er ætlanin hjá føroyska felagnum eisini at kunna um tiltøk, sum
hava vit lagt málið fyri býráðið at viðgera, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði. Tilmælið frá fíggjarnevndini hjá Fuglafjarðar kommunu er, at Fuglafjøður fer at tosa nærri við Klaksvík um størri [...] millum tvær kommunur, sigur Sigurd Simonsen ? Vit fara ikki at leypa fram av og ætla okkum eisini at kanna aðrar møguleikar, men vit mæla til, at vit fara í samráðingar við Klaksvíkar kommunu um størri samstarv [...] samstarv millum tær báðar kommunurnar. Og hesin fundur hevur nú við sær, at málið verður lagt fyri býráðið í Fuglafirði hóskvøldið at taka støðu til. ? Hetta er alt spildurnýtt, og einki ítøkiligt er í málinum
yngstu eru bara 9 og 11, at tey skulu vaksa upp uttan hana. Uttan at vera ov sentimental, er bókin persónlig og innilig, og sum lesari følir tú, at tú kemur heilt inn at henni, uttan at kenna hana, kortini [...] Hóast hon veit, at hon doyr innan stutta tíð, lærir hon at liva í núinum og gleðast um alt tað smáa, hon ikki hevur givið sær far um, áðrenn hon gjørdist sjúk. Og hon roynir sítt ítasta at fyrireika børnini [...] eftir Ulla-Carin Lindquist, ið var kend sjónvarpskvinna í Svøríki. Hon fór undir at skriva bókina í 2003 stutt eftir, at hon fekk staðfest ólekiligu sjúkuna ALS, og seinasta brotið er skrivað fáar vikur
tveimum umboðum fyri norska Storås festivalin, sum bjóðaðu okkum at luttaka í summar. So man kann siga, at tað gav úrslit beinanvegin at spæla í miðlahúsinum í Vágsbotni, greiðir ein ikki sørt errin Karl [...] møguleikan, sum miðlahúsið í Vágsbotni nú hevur verið lopfjøl til. ? Ætlanin, við at koma at spæla her niðri, hevur allatíðina verið, at fokus nú skuldi verða sett á tónleikararnar og á tónleikin, sum heild. Og [...] Anthon Klein. Hann sigur víðari, at nógv fólk kom inn av gøtuni at forvitnast, og tað var gott. ? Seinasta lagið hjá okkum var kanska nakað larmut fyri summi, men eg haldi, at fólki sum heild eisini dámdi