Fuglafjørður: Umboð fyri Klaksvíkar kommunu og Fuglafjarðar kommunu høvdu herfyri ein fund um størri samstarv millum tær báðar kommunurnar. Og hesin fundur hevur nú við sær, at málið verður lagt fyri býráðið í Fuglafirði hóskvøldið at taka støðu til.
? Hetta er alt spildurnýtt, og einki ítøkiligt er í málinum enn, men vit hava havt ein fund við umboð fyri Klaksvíkar kommunu, har vit tosaðu um møguleikarnar fyri størri samstrvi millum kommunurnar, og nú hava vit lagt málið fyri býráðið at viðgera, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði.
Tilmælið frá fíggjarnevndini hjá Fuglafjarðar kommunu er, at Fuglafjøður fer at tosa nærri við Klaksvík um størri samstarv.
? Tað eru nógvir møguleikar eru samstarvið, og tað fyrsta, vit skulu gera, er at tosa nærri við Klaksvíkar kommunu um, hvat vit kunnu samstarva um, sigur Sigurd Simonsen.
Langur vegur
1600 fólk búgva í Fuglafjarðar kommunu. Umleið 200 á Kambsdali, gott 30 á Hellunum og restin í Fuglafirði.
? Fuglafjørður og Klaksvík hava hvør í sínum lagi styrkir og veikleikar, og tí ber væl til at ímynda sær, at vit kunnu samstarva á ymsum økjum. Tað er langur vegur til nakra samanlegging, og hetta snýr seg í fyrstu syftu um samstarv millum tvær kommunur, sigur Sigurd Simonsen
? Vit fara ikki at leypa fram av og ætla okkum eisini at kanna aðrar møguleikar, men vit mæla til, at vit fara í samráðingar við Klaksvíkar kommunu um størri samstarv, sigur borgarstjórin í Fuglafirði.