TB fer eftir silvurinum

SÍ snávaði ikki hesaferð, men kortini kenna tær nú av álvara trýstið frá TB, sum veruliga tykist vera komið fyri seg

Flogbóltur

Tað er neyvan nakar ivi um, at tað verður Dráttur, sum í ár sleppur at rópa seg føroyameistara í kvinnuflogbólti. Munurin frá Drátti og niður til hini liðini er longu nú somikið stórur, at tað nærum er óhugsandi, at leiðslan skal tveitast fyri borð.
Men tað merkir tó ikki, at talan er um keðiliga kapping. Dysturin um næstu sessirnar er knallharður, og eftir dystirnar um vikuskiftið stendur greitt, at tað fyrst og fremst eru TB og SÍ, sum skulu stríðast um hetta.

TB vardi borg
TB hevði í Trongisvági vitjan at ÍF, sum undan dystinum var á fjórða plássinum. ÍF hevur glepsað hart eftir hinum liðunum fleiri ferðir, men skuldu tær gera álvara av hóttanunum, so var mest sum tvingandi neyðugt við einum sigri á TB.
Talan gjørdist eisini um eina sera tætta uppgerð, har ÍF av álvara beit frá sær, men stigini fingu tær kortini ikki við sær. Tey bæði fyrstu settini vann TB við minst møguligum muni. Og tó at ÍF megnaði at svara aftur, so fall TB ikki í fátt.
Í hinum dystinum um vikuskiftið vann SÍ tryggan sigur í Klaksvík. SÍ snávaði annars í miðvikuni, tá tær taptu fyri KÍF, men hesa ferð tóktust tær uppsettar uppá, at sama mistak ikki varð gjørt enn einaferð. Tankarnir fóru tó kanska at reika nakað, tá Mjølnir tók fyrsta settið, men eftir hetta vóru tað kortini tær á vitjandi liðnum, sum høvdu munin.