Brúðgommurin á máltalvuna

Talan var um fína upphiting til brúdleypið hjá eldra beiggjanum, tá Samuelsen-menninir hjá EB/Streymi løgdu fyri við málskjótingini sunnudagin

Fótbóltur

Teir hjá EB/Streymi noyðist eftir øllum at døma at vera Ronnie Samuelsen fyriuttan, tá teir komandi sunnudag skulu spæla útidyst móti Skála.
Brúdleyp stendur nevnliga á skránni hjá víkamanninum, og so má fótbóltur vera fótbóltur fyri eina tíð. Eisini hóast brúðgommurin er ein sera týðandi partur av EB/Streyma-miðvøllinum, sum sunnudagin skal dystast móti Skála. Og í verandi støðu er hvør einasti dystur so sera týdningarmikil partur av oddastríðnum.
Men hóast støðuna á talvuni, so vil Ronni ikki staðfesta, at brúdleypið varð lagt øðrvísi, um hann hevði vitað av góðu støðuni, sum liðið nú er í.
 Vit løgdu ætlanirnar longu í januar mánaði. Og tað er ikki bara sum at siga tað, um høli skulu finnast til slíkar veitslur. Sjálvandi royndi eg at finna okkurt hol í kalendaranum, men tað var nú ikki fyrr enn í juli, og tá var eingin kjansur at finna nøkur høli. Skuldu vit bíða longur enn hetta, so var tað ikki fyrr enn í september, og so leingi vildi komandi konan ikki bíða, sigur hann flennandi.
 Men sjálvandi er tað keðiligt, at eg ikki fái verið partur av dystinum. Eg má bara vóna, at tað ikki fer at stilla liðið verri til dystin. Klára teir at vinna á Skála, so fer tað at síggja hampuliga gott út hjá okkum. Og undir øllum umstøðum eru allir spælararnir bodnir í brúðarhús sunnudagin. Teir eru sjálvandi eisini við í brúdleypinum, men tá eru teir vónandi meira róligir, sigur altso Ronnie Samuelsen.