Bókaútsølan hesaferð er tann sjeynda í røðini, og ongantíð áður hava so nógvar bøkur verið á útsølu. Tilsamans er talan um ikki færri enn 440 ymsar bøkur, ið eru býttar upp í 28 ymsar bólkar. Allar bøkurnar á stóru bókaútsøluni eru á føroyskum. Antin eru tær uppruna føroyskar, ella eru tær týddar til føroyskt.
Óvanliga nógvar skaldsøgur
Á tíðindafundi á Føroyaprent í morgun greiddi Kári Árting frá Bókasøluni, ið stendur fyri at samskipa stóru bókaútsøluna, frá úrvalinum á útsøluni. Hann segði millum annað, at tað er merkisvert, at tað hesaferð eru ikki færri enn 42 skaldsøgur við á útsøluni.
- Tað er mong ár, har eingin skaldsøga kemur út á føroyskum, og tí er tað merkisvert, at so nógvar eru við á útsøluni hesaferð. Fyri at kunna verða við á bókaútsøluni skal ein bók verða í minsta lagi trý ár, og hon sleppur bert við tvær ferðir, segði Kári Árting.
Nógvir klassikarar
Millum tær mongu bøkurnar á bókaútsøluni eru eisini nógvir klassikarar, so sum Fiskimenn hjá Martin Joensen, Men lívið lær hjá Heðin Brú og Íslandsklokkan hjá Halldór Laxness.
Í kvøld verður bókablaðið við útsølubókunum borið út kring alt landið, og lítið er at ivast í, at nógvir føroyingar fara at nærlesa blaðið at kanna eftir, hvørjar bøkur tey skulu ogna sær, tá ið bókaútsølan byrjar í morgin.
At tilboðini eru góð, er einki at ivast í, og avslátturin upp á bøkurnar er upp í heili 85 prosent.