Tilgongdin av fótbóltsdómarum er ikki nóg stór, og skal føroyskur fótbóltur ikki renna seg heilt fastan í ov fáum dómarum, má nakað gerast við støðuna.
Tað ásannar Fótbóltssambandið, sum nú setir feløgunum eitt ítøkiligt krav um, hvussu nógvar virknar dómarar tey skulu hava í kappingini í ár.
Feløg í Formuladeildini skulu hava í minsta lagi tríggjar virknar dómarar ella hjálpardómarar. Feløg í 1. deild sleppa við tveimum dómarum ella hjálpardómarum, og feløg í 2. deild skulu hava í minsta lagi ein dómara ella hjálpardómara.
Rímiligt krav
Tað hevur altíð verið eitt krav til feløgini, at tey skulu syrgja fyri tilgongdini av dómarum, men nú seta vit eitt tal á hetta, so at feløgini hava eitt ítøkiligt krav at halda seg til, sigur Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum.
Tað ber ikki altíð til at seta krøv, tá ið tað snýr seg um sjálvbodnan ítrótt, men vit halda, at kravið til feløgini er rímiligt, og vit verða noydd at gera nakað við støðuna, tí tað eru heilt einfalt ov fáir dómarar virknir, sigur hann.
Leita eftir dómarum
Fótbóltssambandið ætlar ikki bara at seta krøv til feløgini um dómarar. Ætlanin er eisini, at FSF skal gera eitt meira uppsøkjandi arbeiði fyri at fáa fleiri dómarar virknar.
FSF skal út at leita eftir dómarum. Tað kunnu verða spælarar, sum eru komnir upp í árini, ella onnur, sum eru egnað at verða dómarar, sigur Bjarki Mohr.
Samstundis sum alt hetta verður gjørt, skipar FSF eisini fyri útbúgving av dómarum.