? Beint eftir konsertina, varð eg togaður til síðis av tveimum umboðum fyri norska Storås festivalin, sum bjóðaðu okkum at luttaka í summar. So man kann siga, at tað gav úrslit beinanvegin at spæla í miðlahúsinum í Vágsbotni, greiðir ein ikki sørt errin Karl Anthon Klein frá, eftir konsertina.
Storås festivalurin bjóðaði á stóra tónleika tiltakinum, AME, bólkinum Makrel at luttaka, og nú er sostatt eisini eitt annað føroyskt orkestur bjóðað við.
? Vit ætla okkum sjálvsagt til Norra á festival, um vit á nakran hátt fáa farið. Men tað kemur kanska í krambolagu við ein íslandstúr, sum vit í løtunin planleggja, greiðir Karl Anthon frá.
Men hann fegnast um møguleikan, sum miðlahúsið í Vágsbotni nú hevur verið lopfjøl til.
? Ætlanin, við at koma at spæla her niðri, hevur allatíðina verið, at fokus nú skuldi verða sett á tónleikararnar og á tónleikin, sum heild. Og tað haldi eg eydnaðist bara heilt væl, sigur hann.
Góð konsert
Headmaðurin aftanfyri »Fólkayvirlit«, Karl Anthon Klein, er sera væl nøgdur við konsertina sum heild.
? Fólk vóru við, og tey vóru ógvuliga entusiastisk. Dreingirnir spældu sera væl og kláraðu seg fínt. Teir eru nevniliga góðir tónleikarar allir samlir, staðfestir Karl Anthon Klein.
Hann sigur víðari, at nógv fólk kom inn av gøtuni at forvitnast, og tað var gott.
? Seinasta lagið hjá okkum var kanska nakað larmut fyri summi, men eg haldi, at fólki sum heild eisini dámdi konsertina, sigur Karl Anthon Klein at enda.