Víðkað við tapti og búnyttum

Kvik-køkssentrið víðkar nú handilin til eisini at umfata annað enn "bara" køkar

Handil

Síðani Hans Michael Hansen fyri fimm árum síðani tók yvir umboðið fyri Kvik-køkar í Føroyum, hevur handilin verið fyri støðugum vøkstri.
Leygardagin verður so talan um næstu víðkanina av virkseminum, tá handilin við Staravegin eisini kemur at umfata sølu av køksbúnyttum, pyntilutum og mótatapeti. Ikki minst hetta seinasta tykist vera nakað, sum Hans Michael sjálvur er sera spentur uppá.
 Vit hava í øllum førum merkt, at hetta er nakað av tí, sum fólk hava sóknast eftir seinastu tíðina, og tí halda vit hetta vera ein náttúrligur partur, nú vit fóru undir at víðka um handilin.

Halda fast um kjarnuøkið
Um víðkanina av virkseminum sigur Hans Michael, at hann sær hetta sum ein neyðugan lut, um virksemið skal haldast á einum nøktandi støði.
 Føroyar eru kanska í minna lagi til at hava veruligar serhandlar. Tað verður helst framvegis so, at søla av køkum verður høvuðsvirksemið hjá okkum. Men fyri at tryggja eitt betri støðufesti, er eisini neyðugt, at virksemið verður víðkað til eisini at umfata aðrar aktivitetir.
 Hinvegin eru hesir aktivitetir ikki so langt frá tí, sum vit hava fingist við. Køksbúnyttir, pyntilutir, borð og stólar eru væl nakað, sum er náttúrligt at hyggja at, tá køkar verða keyptir, og tí flyta vit okkum ikki so nógv frá kjarnuøkinum, sum vandi annars kundi verið fyri.
Nú handilin er víðakður, fevnir samlaða gólvvíddin hjá Kvik Køkum og Kvik-inside um 250 fermeterar.