Nú sleppa øll á Býarbókasavnið

Frá í dag av hava øll møguleika at fara á Býarbókasavnið í Havn. Tí í morgun varð nýggj lyfta tikin í nýtslu á bókasavninum.

 
Higartil hava øll, ið ikki megna at ganga upp trappurnar á bókasavninum, verið noydd til bíða niðri í túninum eftir bókum og øðrum, tey frammanundan hava verið noydd til at bílagt sær. Men í dag er nýggja lyftan á Býarbókasavninum eftir 40 ára langa bíðitíð loksins komin og tikin í nýtslu. Nú kunnu allir borgarar í landinum - sum eru illa gongdir, sita í koyristóli, ella kanska liggja í barnavogni  koma inn á Býarbóksavnið eins og øll onnur at lesa bløð, tíðarrit og at læna bøkur.
 
Jógvan Sofus Vágsheyg, ið hevur sitið í koyristóli í sjey ár, slapp sum tann fyrsti at royna nýggju lyftuna í morgun. Fyri sjey árum síðani, tá hann ikki sat í koyristóli, var hann næstan hvønn dag á Býarbókasavninum. Henda møguleikan hevur hann ikki havt seinastu árini:
 
- Hetta er ein stórur dagur. Lyftan hevur alstóran týdning fyri meg. Nú, eg ikki longur havi møguleika at vera til arbeiðis, tykist tíðin um dagin at vera sera long. Tí havi eg leingi ynskt at sloppið inn á bókasavnið at hugna mær. Serliga gleði eg meg til at sleppa at lesa bløðini í lesistovuni.       
 
Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur, nýggja lyftan á bókasavninum er eitt stórt framstig fyri allar borgarar í landinum:
 
- Nú hava vit bíðað í so nógv ár  nógvir borgarar hava í størstan mun verið bókasavnið fyri uttan  so hetta er avgjørt eitt jaligt stig tann rætta vegin og samtíðis gott fyri trivnaðin í kommununi.