Hvørt sekund er eitt lív

Hvørt sekund er eitt lív
?????

Ulla-Carin Lindquist: Ro uden årer-
En bog om livet og døden,
Gyldendal, 2004

"Tá ið vindurin er hasaður av í skýmingini, eri eg komin í havn. Hvørt sekund er eitt lív." Hetta er seinasti setningurin í nemandi bókini Ro uden årer - en bog om livet og døden eftir Ulla-Carin Lindquist, ið var kend sjónvarpskvinna í Svøríki. Hon fór undir at skriva bókina í 2003 stutt eftir, at hon fekk staðfest ólekiligu sjúkuna ALS, og seinasta brotið er skrivað fáar vikur, áðrenn hon doyði í 2004 bert 50 ára gomul. Bókin er ein kærleiksváttan og ein takkarkvøða til lívið, og til heimalívið við manni og fýra børnum. Andlit til andlits við deyðan lýsir hon í dagbókastíli, hvussu sjúkan spakuliga fær fastatøkur á henni, fyrst á høgra armi, síðani á týðandi gøgnum. Hóast hon veit, at hon doyr innan stutta tíð, lærir hon at liva í núinum og gleðast um alt tað smáa, hon ikki hevur givið sær far um, áðrenn hon gjørdist sjúk. Og hon roynir sítt ítasta at fyrireika børnini, tey yngstu eru bara 9 og 11, at tey skulu vaksa upp uttan hana. Uttan at vera ov sentimental, er bókin persónlig og innilig, og sum lesari følir tú, at tú kemur heilt inn at henni, uttan at kenna hana, kortini ikki sum eina hetju, tí avmaktin og hjálparloysið, hon kennir, fáa eisini rúm í tankum hennara. Avgjørt ein bók at viðmæla!