eitt avlop, ítróttinum í Sandoynni at gagni. Nú restar í at avrigga, og allar hjálpandi eru vælkomnar. Málið er at Sandurin sær út sum áðrenn KomVið, áðrenn dagurin at enda er. [...] tíðir kendist kalt. At tað fór at regna á miðjari nátt, hjálpti helst til at avriggað samlaðu upplivingina á ein góðan hátt. Tónleikurin frá øllum teimum frálíku føroysku sangarunum og tónleikarunum, ríkaði [...] vóna, at øll fingu eina góða uppliving saman við familju, vinum og kenningum. Barnatiltøkini vóru fleiri í ár, og tað tóktist sum familjurnar tóku væl ímóti tilboðunum. Tað er ikki á hvørjum degi at tú sleppur
úrsltið higartil í ár, og felagið væntar at, felagið fer at seta 7,9 milliónir smolt í ár. - Vit eru væl nøgd við úrslitið, serliga tá ið hugsað verður um, at mongdirnar henda ársfjórðingin vóru sera lágar [...] hetta at geva felagnum eitt gott útgangsstøði at tilrættaleggja betur bæði lívfrøðiliga, rakstrarliga og marknaðarliga, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti. Bakkafrost hevur fyrr fráboðað at felagið [...] felagið væntar at seta 7,0 mio. smolt út í 2010 Leiðslan metir nú, at hetta tal fer at liggja um 7,9 mió. smolt fyri 2010. Lutfallið av tiknum fiski til langtíðar avtalaðar liðugvørumarknaðir var í triðja
so ómøgulig, at tey flættaðust ikki við og so vórðu boð send eftir løgregluni at fáa skil á aftur. Onkur smávegis herverk vóru eisini. Men løgreglan sigur, at talan var bara um smáttarí og at tað ongantíð [...] boðsend óteljandi ferðir at loysa ymsar trupulleikar, bæði úti á alfaravegi, í vertshúsum og heima hjá fólki. Næstan hvørja einastu ferð var rúsdrekka uppi í og tað elvdi til, at kegl og at ósemjur stungu seg [...] kann verða upplýst, at J-dagurin er dagurin, tá ið jólaølið kemur á marknaðin og tað verður altíð feirað. Hetta hevur givið løgregluni eitt serstakliga strævið vikuskiftið, tí tað hevur at kalla ikki verið
var at ivast í, at uppflytararnir hjá TB vóru spentir til dystin í ítróttarhøllini í Trongisvági í gjár, tí mótstøðuliðið var undan dystinum næstniðast á stigatalvuni. Men tað skuldi vísa seg, at hóast [...] Fleyr hevði tapt teir báðar undanfarnu dystirnar, var liðið ikki so mjúkt at strúka kortini. Í øllum trimum settunum megnaði TB at fylgja við hálva leið, men so dragnaði ímóti endanum, so Fleyr tók settini [...] neyvan í ár, at TB stabiliserar seg sum »fast inventar« í Eik-liguni hjá monnum, men kanska verður botnurin lagdur undir eitt lið, sum í framtíðini kann standa seg. Fleyr hevði veruliga brúk fyri at reisa seg
skal umboða ungdómin, og at Fólkaflokkurin eigur at taka tað til eftirtektar, sum ungdómurin sigur. -Borgarin skal hava rætt til at velja. Føroyskar kvinnur skulu sleppa at velja, um tær ynskja fosturtøku [...] -Fólkaflokkurin eigur at ganga á odda við eitt nú fríari fosturtøku. Tað er tann borgarliga hugsjónin, sum vit eiga at umboða. Tað heldur Hanus Samró, formaður í HUXA. Fólkaflokkurin skal gera upp við [...] fyri síðani at gera tað til brennivín, og so flyta vit tað aftur til Føroya. Tað kann ikki verða ein politikkur, sum Fólkaflokkurin góðtekur, sigur Hanus Samró, formaður í HUXA. Hann sigur, at HUXA skal
kommunurnar brúkt rættiliga stórar upphæddir upp á at byggja havnir fyri at skapa vinnulívinum á staðnum góðar karmar. Men samstundis er veruleikin tann, at hesar somu kommunurnar fáa ikki eitt oyra í inntøkum [...] Hergeir Nielsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hava at vita um landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlar at gera nakað við hetta málið. Løgtingsmaðurin vísir á, at mest sum allur inn- og útflutningur Føroya fer [...] hevur havt við sær, at hvørt ár missa føroysku havnirnar kring landð fleiri milliónir krónur í inntøkum til Tórshavnar Havn, tí alt vørugjaldið fellur til Havnina. Eitt nú vísir hann á, at í Suðuroy verða
hetta merki, at tað var taskan hjá Treholt, sum pengarnir vóru í. Hetta skuldi vera pengar, sum Treholt fekk fyri at selja upplýsingar til russar. - Eg dugi ikki við mínum besta vilja at síggja, hvussu [...] til hjálpar, og sakførarin hjá dømda njósnaranum er tí vísur í, at málið verður uppaftur tikið. Norska dagblaðið VG ber í dag tíðindini um, at njósnaramálið móti Arna Treholt helst verður tikið uppaftur. [...] Forfalskningen, vil høvundurin, Geir Selvik Malthe-Sørensen, vera við, at løgreglan hevur fuskað við prógvunum. Og nú siga enskir serfrøðingar, at høvundurin og hansara serfrøðingar hava rætt. Hetta klistrimerki
stórmál og tað er neyðugt, at vit taka okkum ta tíð, ið krevst, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum. Av tí at gongd framvegis er í samráðingunum, er tað heldur ikki komið hartil, at semingsstovnurin er boðsendur [...] boðsendur. Hon sigur, at fakfeløgini standa framvegis fast um at krevja hægri løn, hóast samgongan hevur gjørt púra greitt, at allar lønarhækkingar skulu takast inn aftur við sparingum, tí útreiðslurnar [...] hjá landinum til lønir skulu ikki hækka. Men at politikarar siga slíkt, taka fakfeløgi øgiliga illa upp, tí tey siga, at fakfeløgini eiga samráðingarnar, men at tað er ein politisk raðfesting, hvussu nógv
mun til at fáa ergoterapi til børnini. Hetta er als ikki í nóg gott. MBF hevur eisini gjørt var við í hoyringssvari, at tey halda at familjur við sjúkum børnum ella børnum sum bera brek eiga at fáa allar [...] Skulu minnast til, at hettta í fleiri førum eru tær familjur, sum vóru skerdar í samsýningini tey fáa, fyri at taka sær av børnum sínum í egnum heimi, ofta tí tað almenna einki hevur at bjóða børnunum. ikki [...] meirútreiðslur - eitt nú til heilivág. Í dag rinda hesar familjur einki. Vit kunnu ímynda okkum, at hetta fer at ávirka fíggjarstøðuna hjá teimum familjum, sum eru sperdar fíggjarliga - ella hvussu, um ein
Vit rokna við, at góða spælið fer at koma, heldur Sigfríður Clementsen, venjari hjá B36. B68 venjarin, Bill Jacobsen, harmast um úrslitið. Hann heldur, at hansara lið hevði møguleikar at fáa úrtøku burturúr: [...] beinanvegin, og tað gekk bara lítil løta, eftir at B68 hevði minkað um munin, so hevði B36 økt um leiðsluna til 3-1. - Talan var um arbeiðssigur. Eg fegnist um, at vit vunnu øll stigini. Álopsspælið er grundað [...] eitt. Vit mugu bara staðfesta, at vit ikki høvdu marginalirnar við okkum. Tað hevði B36, sum legði grundarlagið undir sigurin beinanvegin í 2. hálvleiki, tá ið vit ætlaðu at halda fram við góðu gongdini