Familjufestivalurin á Sandi takkar fyri seg í ár, og fyrireikararnir vóna, at øll fingu eina góða uppliving saman við familju, vinum og kenningum.
Barnatiltøkini vóru fleiri í ár, og tað tóktist sum familjurnar tóku væl ímóti tilboðunum. Tað er ikki á hvørjum degi at tú sleppur at rógva í gummibáti, koyra traktor, flúgva við dreka og baka sneisabreyð.
Sandurin og Mølheyggjarnir vístu seg í ár frá síni bestu síðu, tí veðrið var av tí allarfagrasta, hóast lotið til tíðir kendist kalt. At tað fór at regna á miðjari nátt, hjálpti helst til at avriggað samlaðu upplivingina á ein góðan hátt.
Tónleikurin frá øllum teimum frálíku føroysku sangarunum og tónleikarunum, ríkaði okkum sum lýddu á, og bant saman menniskju og náttúru í fagra umhvørvinum. Skemt og álvari, sum tvíburðasystkin, løgdu lunnar undir eina serstakliga góða uppliving.
- Túsund takk til øll tykkum sum vitjaðu. Tøkk til øll tykkum, sum góvu hjálpandi hond og fingu tiltakið til veruleika. Takk til stórar, sum smáar stuðlar, siga fyrireikararnir.
KomVið gav aftur í ár eitt avlop, ítróttinum í Sandoynni at gagni. Nú restar í at avrigga, og allar hjálpandi eru vælkomnar. Málið er at Sandurin sær út sum áðrenn KomVið, áðrenn dagurin at enda er.