Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, er vælnøgdur við úrsltið higartil í ár, og felagið væntar at, felagið fer at seta 7,9 milliónir smolt í ár.
- Vit eru væl nøgd við úrslitið, serliga tá ið hugsað verður um, at mongdirnar henda ársfjórðingin vóru sera lágar, og harvið kundu vit ikki fullnýta kapasitetin í felagnum nóg væl. Serstakliga góða úrslitið hjá Farming West í hesum ársfjórðinginum er sera áhugavert. Framyvir verður tøkan hjá Bakkafrost væl hægri enn í triðja ársfjórðingi, og fer hetta at geva felagnum eitt gott útgangsstøði at tilrættaleggja betur bæði lívfrøðiliga, rakstrarliga og marknaðarliga, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.
Bakkafrost hevur fyrr fráboðað at felagið væntar at seta 7,0 mio. smolt út í 2010 Leiðslan metir nú, at hetta tal fer at liggja um 7,9 mió. smolt fyri 2010.
Lutfallið av tiknum fiski til langtíðar avtalaðar liðugvørumarknaðir var í triðja ársfjórðingi 62%. Ætlanin er framyvir at selja umleið 50% av laksinum sum lidnar vørur við langtíðar avtalum, hetta málið væntast rokkið við ætlaðu økingini í tøkuni.
Felagið hevði við endan av triðja ársfjórðingi eina rentuberandi skuld á 80,4 mió. kr. ímóti 251 miió kr. við ársbyrjan.
Tilgongdin við strategisku broytingunum eftir samanleggingina við Vestlax gongur sum ætlað.
Felagið er fíggjarliga væl fyri og hevur góða atgongd til fígging.