Framvegis lív í samráðingunum

Tað spurdust heldur onki burtur úr samráðingunum í dag ímillum tey fimm stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum øðrumegin og Fíggjarmálaráðið hinumegin Men partarnir eru langt í frá falnir í fátt av teirri orsøk, tí nýggjur samráðingarfundur verður aftur hósmorgunin.

- Tað er framvegis gongd í samráðingunum og sostatt halda vit fram, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sum situr við samráðingarborðið yvir av Fíggjarmálaráðnum, saman við Lærarafelagnum, Pedagogfelagnum, Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Sáttmálin gekk annars út 30. september á midnátt og síðani hava partarnir samráðst regluliga.

- Hetta eru stórmál og tað er neyðugt, at vit taka okkum ta tíð, ið krevst, sigur forkvinnan í Starvsmannafelagnum.

Av tí at gongd framvegis er í samráðingunum, er tað heldur ikki komið hartil, at semingsstovnurin er boðsendur.

Hon sigur, at fakfeløgini standa framvegis fast um at krevja hægri løn, hóast samgongan hevur gjørt púra greitt, at allar lønarhækkingar skulu takast inn aftur við sparingum, tí útreiðslurnar hjá landinum til lønir skulu ikki hækka.

Men at politikarar siga slíkt, taka fakfeløgi øgiliga illa upp, tí tey siga, at fakfeløgini eiga samráðingarnar, men at tað er ein politisk raðfesting, hvussu nógv skal setast av á fíggjarlógini til lønir.

- Tí er tað ein sera ódámlig upp ílegging í fría samráðingarrættin at geva fakfeløgunum skyldina fyri uppsagnum, siga fakfeløgini.