Aftur á slóðina

Elsti maður av Hellunum fer til heimbygdina at halda føðingardag

Orð og myndir:

Jonhard Hammer


Um vikuskiftið hevur bygdin Hellur 150 ára føðingardag. Tað verður nógv gjørt burturúr hesum degi. Leygardagin verður skipað fyri einum stórum hátíðarhaldi, har m.a ein minnisvarði, sum listamaðurin Frits Johannesen hevur gjørt verður avdúkaður.

Fyri 10 árum síðani, flutti Jóhann Marius Olsen av Hellunum til dóttrina í Fuglafirið.

Jóhann Marius er 88 ára gamal, og er sostatt elsti maður av Hellinum, hann býr í dag á bústovninumVesturstova í Fuglafirið. Honum dámar sera væl at búgva har. Fólkini sum arbeiða her eru sera vinarlig, og hetta er eitt nýtt hús so umstøðunar kunnu ikki vera betri.

Av tí at bústovnurin liggur so ovaliga í bygdini, er útsýnið sera gott ein sær alla bryggjuna, Pollin og handilin hjá Pidda har ein landaði í ungum døgum, sigur Jóhann Marius.

Hann er føddur á Hellunum og var sonur til Mariu, sum var ættað av Hellunum. Pápi hansara var úr Gøtu og æt Óli. Hann bleiv vanliga nevndur Gøtu-Óli. Tey fingu fýra børn. Ein systir hansara doyði, sum tvey ára gomul av kykhosta, hon æt Johanna Maria, og er Jóhann Marius uppkallaður eftir henni. Hinar systranar vóru Lena og Hansina.

Jóhann Marius giftist við Monu, sum var ættað av Hellunum, hon doyði fyri seks árum síðani. Tey fingu saman 2 børn, og seinri hava tey fingið sjey abbabørn og tvey langabbabørn.

Tá Jóhann Marius var barn búðu tað nógv fólk á Hellunum. Hann greiðir frá, tá hann fór í skúla vóru tað 20 skúlabørn og 80 vaksin fólk, sum búðu í bygdini. Tá vóru Hellurnar ein stór bygd, og har hendi nakað. Tá Jóhann Marius byrjaði í skúlanum, var eingin skúli á Hellunum. Skúlagongdin var í tveimun privathúsum, men nøkur ár seinri kom skúlin á Hellunum.


Børnini hjálptu til

Jóhann Marius greiðir frá, at sum børn spældu tey nógv úti. Tað var serliga í bønum, og dreingirnir høvdu sjálvandi tokka til havið, so teir løgdu ofta leiðina oman í fjørðuna.

Men tað var ikki bara spæl, tá eg var barn hjálptu vit nógv foreldrum okkara við tí dagliga arbeiðinum.

Vit bóru torv, tóku eplir upp og hjálptu til í hoyna, greiðir Jóhann Marius frá.


Nógvir konfirmantar av Hellunum


Tá Jóhann Marius konfirmertist vóru tað fýra konfirmantar av Hellum, tveir dreingir og tvær gentur. Hetta var sera nógv tí vanligt vóru tað ikki meir enn ein konfirmantur av Hellunum. Konfirmantarnir av Hellunum konfirmeraðust saman við Fuglfirðingum, og var konfirmatiónin í Fuglafirið Tann eina av gentunum livir enn, hon eitur Jana Jensen, og býr í dag á Láargarði.



Sjómaður alt sítt lív

Eins og dreingir flest tá gjørdist Jóhann Marius sjómaður. Tá róðu menninir út frá Hellunum. Teir landaðu fiskin í Fuglafirið hjá Pidda. Fiskurin bleiv skorin til flak og saltaður og síðani turkaður. Jóhann Marius hevur ikki bara róð út. Nei, hann hevur mangan toskin drigið á Suðurlandinum og í Grønlandi, har hann hevur verið næstan ein mansaldur.

»Alt mítt lív havi eg verið sjómaður, og tað eri eg glaður fyri, eg havi haft góða heilsu ikki verið sjúkur fyrrenn nú«, sigur tann sera fryntligi Hellumaðurin við Sosialin


Trúgvur lesari

hjá Sosialinum

At Jóhann Marius man vera ein tann trúgvasti lesarin hjá Sosialinum, er einki at ivast í. Hann hevur hildið blaðið síðani 1930, og hann heldur at tað er eitt sera gott blað. Nú, tá ið sjónin er farin at bila, so lesa starvsfólkini fyri honum, tær eru so fittar, sigur hann smílandi.


Altíð valt javnarðarflokkin

Jóhann Marius hevur altíð verið áhugaður í politikki. Hann hevur stuðlað Javnaðarflokkin síðani hann var stovnaður. Grundin til tað er, at hann hvørki er sambandsmaður ella tjóðveldismaður. Hann heldur lítið um, at vit skulu taka loysing, og sigur at hann stemmaði nei á fólkaatkvøðuni í 1946.

Tann tingmaðurin sum Jóhann Marius hevur dámt best er gøtumaðurin Jákup Frederik Øregaard, hann var ein sera góður maður fyri Føroyar. Hann hugsaði nógv um sjómennninar, og tað skal ein politikkari gera.


Gleðir seg

til føðingardagin

Jóhann Marius gleðir seg til leygardagin. Tá fer hann aftur til heimbygdina hjá sær at halda føðingardag. Hetta er ein stórur dagur hjá bygdini, og hann vónar at tað koma nógv fólk til Hellurnar, so hann kann hitta skyldfólk og onnur sum hava tilknýti til bygdina.