Fríggjadagin dagurin var tað, tey nevna J-dagur og tað setti síni týðiligu spor hjá teimum løgreglufólkum, sum hava havt vakt um vikuskiftið. Fyri teimum óvitandi kann verða upplýst, at J-dagurin er dagurin, tá ið jólaølið kemur á marknaðin og tað verður altíð feirað.
Hetta hevur givið løgregluni eitt serstakliga strævið vikuskiftið, tí tað hevur at kalla ikki verið friður.
Í hesum sambandi var løgreglan boðsend óteljandi ferðir at loysa ymsar trupulleikar, bæði úti á alfaravegi, í vertshúsum og heima hjá fólki.
Næstan hvørja einastu ferð var rúsdrekka uppi í og tað elvdi til, at kegl og at ósemjur stungu seg upp og ikki so sjáldan vóru fólk bara blivin so ómøgulig, at tey flættaðust ikki við og so vórðu boð send eftir løgregluni at fáa skil á aftur.
Onkur smávegis herverk vóru eisini.
Men løgreglan sigur, at talan var bara um smáttarí og at tað ongantíð var nakað serligt á vási.
Men tvær ferðir kom løgreglan fram á rúsevni. Ta einu ferðina hevði ein maður ein posa uppi á sær við sporum av hvítum pulvuri í og kanningar vístu, at talan var um ecstasy. Ein annar maður hevði 1,2 gramm av skunk uppi á sær og teir báðir verða so ákærdir fyri tað