HUXA: Fría fosturtøku frá Fólkaflokkinum

-Fólkaflokkurin eigur at ganga á odda við eitt nú fríari fosturtøku. Tað er tann borgarliga hugsjónin, sum vit eiga at umboða. Tað heldur Hanus Samró, formaður í HUXA. Fólkaflokkurin skal gera upp við sosialistiska rákið, og lata borgarligu hugsjónina ráða.

 

Tað er boðskapurin hjá HUXA, ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum, nú landsfundur hjá Fólkaflokkinum er á skránni á Sandi í júst hesi løtu.

 

Hanus Samró, formaðurin í HUXA, hevur sterkar meiningar og áheitanir til flokkin.

 

-Vit mugu ganga á odda, tá ið umræður at bryggja sterkt í Føroyum, sigur Hanus Samró.

 

Hann sipar til tað ?søgu?, sum hann sigur verða millum tær stuttligastu, hann hevur hoyrt.

 

-Vit útflyta vatn úr Føroyum til Íslands, fyri síðani at gera tað til brennivín, og so flyta vit tað aftur til Føroya. Tað kann ikki verða ein politikkur, sum

Fólkaflokkurin góðtekur, sigur Hanus Samró, formaður í HUXA.

 

Hann sigur, at HUXA skal umboða ungdómin, og at Fólkaflokkurin eigur at taka tað til eftirtektar, sum ungdómurin sigur.

 

-Borgarin skal hava rætt til at velja. Føroyskar kvinnur skulu sleppa at velja, um tær ynskja fosturtøku ella ikki, sigur Hanus Samró.

 

Hann sigur, at hóast summi fara í baklás av teimum etisku málunum, so skulu politisku umboð floksins lata oyruni upp, og lurta eftir tí boðskapi, sum ungdómurin førir fram.