Treholt fær helst málið uppafturtikið

Enskir serfrøðingar koma nú Arna Treholt til hjálpar, og sakførarin hjá dømda njósnaranum er tí vísur í, at málið verður uppaftur tikið. Norska dagblaðið VG ber í dag tíðindini um, at njósnaramálið móti Arna Treholt helst verður tikið uppaftur.

Ein sera sentralur spurningur í málinum móti Treholt var ein mynd, sum var tikin á Fornebu flogvøllinum, tá Arne Treholt var handtikin. Sambært løgregluni var eitt klistrimerki á diplomattaskuni hjá Treholt, men í bókini, Forfalskningen, vil høvundurin, Geir Selvik Malthe-Sørensen, vera við, at løgreglan hevur fuskað við prógvunum.

Og nú siga enskir serfrøðingar, at høvundurin og hansara serfrøðingar hava rætt.

Hetta klistrimerki hevði stóran týdning í sakarmálinum, tí sambært løgregluni prógvaði hetta merki, at tað var taskan hjá Treholt, sum pengarnir vóru í. Hetta skuldi vera pengar, sum Treholt fekk fyri at selja upplýsingar til russar.

- Eg dugi ikki við mínum besta vilja at síggja, hvussu noktast kann fyri at taka málið upp aftur eftir hesar avdúkingarnar. Hetta er triðja frágreiðingin, sum kemur við somu niðurstøðu, nevniliga at manipulerað er við prógvunum. Klistrimerkið var har í 1983, burtur árið eftir, men er nú komið fyri ein dag aftur. Kravið um sannlíkið fyri, at sjuskað er fyri prógvunum, má við hesum vera uppfylt, sigur sakførarin hjá Arna Treholt, Harald Stabell.