Í kvøld klokkan 19.30 skrivar føroyska hondbóltslandsliðið hjá kvinnum søgu.
Tá vera okkara fyrsta føroyska A-landsliðið í hondbólti, ið spælir dyst í einum HM-endaspæli.
Dysturin í bólki D verður móti Montenegro, og verður leiktur í Trier í Týsklandi.
Tá Føroyar og Montenegro hittust í EM-undankappingini við Tjarnir 18. oktober vann Montenegro greitt 32-26. Tó vóru Føroyar í løtum sera væl við, og í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Montenegro hevur eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á søguliga dystin.
Miðaloddsini upp á montenigrianskan sigur eru so lág sum 1,04.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt frálíkt føroyskt úrslit eru heili 20,53.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru so høg sum 14,28.
HER eru oddsini:
##med2##












