B36 hevur fulla úrtøku

B36 hevur fulla úrtøku eftir tvey tey fyrstu umførini. Eftir 2-1 í Streymnesi hósdagin eydnaðist tað í dag at vinna 3-1 á heimavølli ímóti B68, sum í fyrsta umfari vann 5-0 á heimavølli ímóti B71.

Í dag vann B36 3-1. Øll málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. B36 legði seg framum 2-0 beinanvegin, og tað gekk bara lítil løta, eftir at B68 hevði minkað um munin, so hevði B36 økt um leiðsluna til 3-1.

- Talan var um arbeiðssigur. Eg fegnist um, at vit vunnu øll stigini. Álopsspælið er grundað á gott verjuspæl. Vit rokna við, at góða spælið fer at koma, heldur Sigfríður Clementsen, venjari hjá B36.

B68 venjarin, Bill Jacobsen, harmast um úrslitið. Hann heldur, at hansara lið hevði møguleikar at fáa úrtøku burturúr:

- Vit høvdu nógv hornaspørk í 1. hálvleiki, meðan teir bara høvdu eitt. Vit mugu bara staðfesta, at vit ikki høvdu marginalirnar við okkum. Tað hevði B36, sum legði grundarlagið undir sigurin beinanvegin í 2. hálvleiki, tá ið vit ætlaðu at halda fram við góðu gongdini, sum vit høvdu havt í 1. hálvleiki, staðfesti Bill Jacobsen, sum ikki heldur, at talan er um nakra skandalu, nú toftamenn hava tapt í Gundadali.