Føroyskar kommunur missa milliónir hvørt einasta ár

Hesi seinastu nógvu árini hava tær ymsu kommunurnar brúkt rættiliga stórar upphæddir upp á at byggja havnir fyri at skapa vinnulívinum á staðnum góðar karmar. Men samstundis er veruleikin tann, at hesar somu kommunurnar fáa ikki eitt oyra í inntøkum av hesum íløgunum.

Og nú vil Hergeir Nielsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hava at vita um landsstýrismaðurin í vinnumálum ætlar at gera nakað við hetta málið.

Løgtingsmaðurin vísir á, at mest sum allur inn- og útflutningur Føroya fer um havnalagið í Havn, hóast talan er um innflutning, sum skal aðrastaðir í landinum og hóast talan er um útflutningsvørur, sum eru virkaðar aðrastaðni í landinum.

Hvørt ár koma koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og 680.000 tons av vøru fara um bryggjukantin, sigur hann.

Hendan miðsavningin hevur havt við sær, at hvørt ár missa føroysku havnirnar kring landð fleiri milliónir krónur í inntøkum til Tórshavnar Havn, tí alt vørugjaldið fellur til Havnina.

Eitt nú vísir hann á, at í Suðuroy verða 14.000 tons av fiskavørum virkað í ár, men ongin inntøka liggur eftir til kommunurnar av hesum, tí alt vørugjaldið endar í kassanum hjá Tórshavnar Kommunu.

Hergeir Nielsen heldur, at ein loysn kundi verið at broytt vørugjaldið til eitt framleiðslugjald, sum havnirnar kring landið kundu kravt av framleiðsluni á staðnum.