dag í himlinum. Eg havi bert góð minni um teg og fari altíð at hava tey trygg í hjarta mínum. Av og á um kvøldarnar dámdi mær altíð væl at spyrja mammu um lív títt. Um hvussu tú livdi í gerandisdegnum, tá [...] Uni og Per fingu sagt tær farvæl, áðrenn tey fóru heim aftur til Danmarkar á jólum. Tey hugsaðu altíð um teg og tú hugsaði eisini altíð um tey øll. Tú var høgt elskaður av ommu og hon av tær. Tit høvdu 60 [...] og so fingu vit eitt prát aftan á við einum drekkamunni. Tú var trúfastur at ganga í Harrans hús, inn til tú gjørdist sjúkur og ikki var førur fyri at ganga longur. Men tað gleðir meg, at vit fingu eina
troyggjur, sum vit ommubørnini fingu frá henni. Tá ið vit fóru í skúla, fingu vit skúlatroyggju og skúlatasku frá teimum. Eg minnist, abbi, tá ið tú arbeiddi hjá landinum, tá ið tit asfalteraðu vegin til Oy [...] okkara at eta døgurða; tað var so deiligt at hava teg hjá okkum. Høvdu vit brúk fyri farti, so vart tú altíð klárur at koyra okkum; tað skuldi ikki sigast meira enn einaferð, so reisti tú teg stillisliga, [...] í minninum um ommu, var tá ið hon legði okkum at sova. Bønir hennara; hon bað altíð saman við okkum og fyri okkum og nevndi øll við navni. Ríkar løtur at minnast afturá. Abbi leiddi okkum so trúfastur í
stendur enn so klárt fyri mær og okkum øllum. Hóast tú teir seinastu 14 dagarnar lá á sjúkrahúsinum og ikki hevði tað so gott, so hopaðu vit tað fór at laga seg. Eg fylti 20 henda dagin og minnist so tíðiliga [...] Minningarorð um abba okkara Bjarna Hansen á Selheyggi í Klaksvík f. 2/12-1923 d. 10/4-2001 Eitt ár er liðið síðan vit mistu teg góði abbi, eitt ár við stórum tómrúmi og sakni. Dagurin, vit fingu boðini um at tú [...] Góði abbi tú vart so óførur at vitja okkum saman við ommu, og nú síðan lítli Kristmund er føddur, komu tit næstan hvønn dag, tað var eisini stuttligt at síggja hvussu hann strálaði tá tit komu. Mangar hugnaligar
tosaði ikki bert um at hava ágrýtni, men tú vísti tað. Tú tosaði ikki bert um at vera hjálpsamur, men tú hjálpti. Tú tosaði ikki bert um at vera gávumildur, men tú gav. Tú tosaði ikki bert um at hava hjartarúm [...] Café Natúr, har vit altíð fingu “eitt blátt ísfjall” at drekka. Aftaná plagdu vit at fara ein lítlan gongutúr út á Reyn, har tú segði okkum søgur um tíni barnaár. Tá ið vit so komu niðan aftur í Sortudíki [...] 5. juli er ein dagur, ið vit altíð fara at minnast. Tað var so ósigiliga hart at fáa tey tungu sorgarboðini, at tú, elskaði abbi, var so brádliga farin frá okkum. Vit væntaðu aldrin, at 27. juni, tá ið
boð, tá síðstu ferð vit anda, úr heiminum vit fara so, hjá tær um ævir standa Takk fyri tað tú var fyri meg og míni. Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um beiggja mín Jens Paula Poulsen Tórður [...] fyrsta bil, og tá eg so fekk koyrukort og slapp at læna tín svarta Honda Accord, vakrasta bil í oynni, helt eg, reinur og nýbonaður, ja tú var góður við tað tú átti og fór væl um tað. Tú giftust við Súsonnu [...] Súsonnu og búðsettist í Valinum, og fingu tit tvey børn, Poul Arna og Sólvu. Heim tykkara stendur í brekkuni mitt ímillum runnar og trøð av alskins slagi, og er tað ein fragd fyri eyga at síggja tykkara
hugsaði hann nógv um, og ikki minst síni kæru børn. Tað var ongin dagur ið fór forbí, har hann ikki spurdi um eg hevði ringt heim til tín, og hevði eg ikki gjørt tað, so bað hann meg gera tað. So nærkaðist tíðin [...] renna út, uttan at eg fekk skrivað nakrar reglur um hann. Ikki varðnaðist tað meg, tá eg fór niður við honum á sjúkralegu um hálvan mai, at alt skuldi ganga so skjótt sum tað gjørdi. Tað vóru nógvar góðar [...] stovuni hjá mammu míni. Og hon situr har so fitt og hyggur eftur Manchester United í stólinum hjá beiggja mínum. Hettar fekk meg til at vekja nógv góð minnir um mín elskaða beiggja. Eg helt ikki, at hettar
teg. Tú vaks upp heima á Sandi, har tú vart yngst av 5 systkum. Tú giftist við pabba í 1970, og fingu tit 4 børn. Sum heilt ung genta rakti sorgin teg á fyrsta sinni, tá 19 ára gamli bróðir tín gekk burtur [...] við sorgini. Í 1986 og 1992 rakti sorgin aftur, tá tú misti tveir brøðir. Men sjálvt um lagnan var hørð við teg, so vart tú altíð tann fyrsta, sum gleddist við okkum, tá tað gekk gott. Altíð vart tú har [...] honum, tóku tú og pabba tykkum av hinum soninum, eisini gjørdu tit heimið klárt, tá tey eitt ár seinni komu heimaftur. Tá tú fekst boðini um, at tú hevði fingið hesa hervuligu sjúku, helt eg at verðin fór
her í Føroyum. Tit sigldu oftani kring oyggjarnar og svóvu umborð á bátinum, eins og tit hava verið við tjaldi kring um í Føroyum. Serliga minnast vit eisini allar teir góðu túrarnar, tit bæði plagdu at [...] ynskt fyri okkum. Nú tá vit fingu tey syrgiligu boðini, at tú vart farin frá okkum, vart tú akkurát í Danmark og vitjaði babba, sum var á sveisiskúla. Tit hugnaðu tykkum so væl í summarhúsinum hjá okkum [...] vart so fitt, mild, rólig og glað. Vit vistu, at vit altíð kundu venda okkum til tín, um ymiskir trupulleikar stungu seg upp, og tú hevði altíð eitt gott ráð at geva. Tú hevði friðin í tær mamma, um okkurt
okkum øllum.Eisini tá tit fingu vitjan av langommu og langabba børnunum, tá livnaðu tit veruliga upp. Tey seinastu árini eru tit vorðin meira troytt, tit fingu loyvi at vera heima og tit blivu passaði væl [...] ómetaliga stórt. Tað var altíð so gott at koma út til Porkeris til tykkum, tit tóku altíð ímóti okkum við opnum ørmum, og vit blivu passaði og pleygaði so væl. Tit vóru so góð við okkum øll. Abbin fortaldi [...] var altíð so hugnaligt at hoyra hann. Og omman við sínum lætta og góða sinni. Tá hon hugnaði um okkum við sínum heimabakaðu kakum og teimum góðu klattunum. Tit vóru so góð og fitt, altíð vóru tit eins móti
var tað luxus at vit hvønn sunnudag fingu hvør sína glas-sodavatns-flósku til døguðra, har babba gjørdi eitt hol í proppin. Og so annars bara dagligdagarnir, har tit ansaðu uppá meg meðan mamma og babba [...] vóru allar glaðar tá vit fingu bæði Jonnu og Biritu til lítlusystrar. Nú vóru vit 5 systrar og tað verða vit altíð....! Tað er so nógv ið vit kunnu minnast afturá og gleðast um; at vit hava nýtt nógva tíð [...] orðunum, ið kunnu sigast um teg. Marianna; hetta er ikki fyrstu ferð eg royni at skriva minningarorð um teg; eg havi gjørt fleiri royndir gjøgnum tað farna árið, men tað er so ringt. Tað vildi verið lættari