Minningarorð um Turið S. Olsen

Ikki varð tað okkum, tá vit vóru í 19 ára føðingardegi hjá tær tann 6. August, at tú einans tíggju dagar seinni, ikki skuldi vera millum okkum longur. Tað, at so nógv fólk vóru samlað á tínum føðingardegi, sigur ikki lítið um, hvussu avhildin tú var.

Aftaná ein langan dag við nógvum vitjandi, var tað deiligt hjá tær at sleppa upp í føvningin hjá babba, ið gav tær leskiligan føðingardagsdøgurða, sum mamma hevði gjørt.


Ígjøgnum títt stutta lív var tú bundin av tínum koyristóli og tí tørvaði tær hjálp alt samdøgurði. Fyri at lætta um hjá foreldrum tínum, fekk tú stuðulshjálp og á hendan hátt fingu vit tað gleði at kenna teg.


Eftir førimuni royndu vit, at gera tín gerandisdag so innihaldsríkan sum møguligt. Hóast títt brek, vísti tú stríðsvilja sum fáur. Tú kundi gleðast um ting, ið tí vanliga taka sum eina sjálvfylgju. Tú lærdi okkum at síggja lívsins virðir við øðrum eygum. Tað hevur neyvan altíð verið stuttligt, at havt okkum heima hjá tykkum. Hóast tað, hava vit altíð følt okkum vælkomnar.


Abbabeiggi tín, Olaf, segði tað so væl, tá ið tú fyri seinastu ferð, kom heim til Søldarfjarðar, at tú nú endiliga var sloppin úr tínum neyðarsliga likami, og kann veruliga vísa, hvør tú ert.


Vakrari jarðarferð hevði tú ikki kunnað fingið. Ein sera stór mannfjøld var komin at vísa tær tann seinasta heiður, Turið. Orð eru fátøk í slíkari støðu, men prestur segði alt so væl. Hóast stutt skoðsbráð, megnaðu Jens Marni og Kim við vakra sanginum, sum var yrktur til Turið, saman við Vox, at seta dám á jarðarferðina.


Niðan fyri endurgeva vit sang, sum upprunaliga var yrktur til lítlan drong, ið varð nívdur av líknandi breki. Vit halda, at hesin sangur eisini so væl hóskar til tín, elskaða Turið:


Lítla lívið, bjarta blóma,

gleði inn um hurðar bar.

Ikki kundu vit hóma,

at tú ikki fullment var.

Lítla lívið, stóra gleði, mentist

smílið tú oss gav.

Men ein dag sum ongin vardi,

sjúkan trein um hurðarstav.


Eftir hetta, - lítla skinnið, -

svárt eitt lív tú hevur havt.

Alt tú ber við tolnum sinni,

fær ei heldur væl sagt.


Lítla hjarta – meir ei orkar,

lívið fjarar burt úr verð.

Og tú stríðist enn sum áður,

tó at tað mót enda ber.


Men tað er, sum – okkar skattur-,

boð tú vilt oss bera nú.

Grátið ei – eg vakni aftur,

so frísk í Guðs himnabú.


Grát ei mamma. Pápi, systkin,

omma, abbi og tit øll.

Tí eg eri ferðabúgvin,

- trína inn í himnahøll.


Har ei neyð er – ongin pína,

lættan vil eg stíga har.

Sælan frið og góða hvílu,

Jesus- pápin gevur mær.


Frísk eg nú hjá Jesus bíði,

fylgið honum til hin dag.

Tá tit innar til Hann stíga,

og vit samlast øll har glað.

Vit fara allar at sakna teg Turið, men størstur er saknurin hjá tykkum Sonja og Jonhard, Pidda og Oddny, Rebekku og Tóru. Má Harrin styrkja tykkum í stóru sorg tykkara.


Vit vilja við hesum lýsa frið yvir minnið okkara elskaðu Turið.

Stuðlarnir